Rembrandt

Rembrandt Harmenszoon van Rijn, oftast bert nevndur sum Rembrandt (15. juli 16064. oktober 1669) var ein niðurlendskur listamálari. Hann verður vanliga mettur at vera ein av teimum bestu listamálarunum í evropeiskari listasøgu og tann týdningarmesti í niðurlendskari søgu.[1]

Sjálvsmynd av Rembrandt

Hann varð føddur sum sonur ein myllara í Leiden. 14-áragamal varð hann innskrivaður sum lesandi við lærda háskúlan í Leiden, men gavst við at lesa eftir eitt hálvt ár, fyri at gerast málari í staðin. Í 1624 varð hann í læru sum listamálari hjá Pieter Lastman í Amsterdam. Eftir 6 mánaðir vendi hann aftur til Leiden, har hann fann fram til sín egna stíl. Í 1632 flutti hann so aftur til Amsterdam, har hann arbeiddi sum portrettmálari. Hann giftist við Saskia van Uylenburgh, sum var dóttir ein borgarstjóra og systkinabarn við ein sukseríkan listahandilsmann. Í tíðarskeiðnum 1635-1641 fingu tey fýra børn, av teimum yvirlivdi bert eitt barn. Konan doyði í 1642.

Gjøgnum tíðirnar hava fólk hildið, at Rembrandt málaði yvir 600 málningar og gjørdi fleiri túsund tekningar og raderingar. Seinni greinskan, sum m.a. er gjørd av The Rembrandt Research project, er komin fram til, at talið ikki eigur at vera so høgt, men heldur umleið 300 verk, sum meistarin Rembrandt hevur málað. Eitt av teimum kendastu verkum hansara er Náttarvaktin.

Seinna kona hansara, Hendrickje Stoffels, doyði í 1663. Sonurin Titus frá tí fyrsta hjúnalagnum, doyði í 1668. Hin 4. oktober 1669 doyði Rembrandt í Amsterdam og varð grivin í Westerkerk. Einasti eftirkomari hansara tá, var dóttrini Cornelia, sum hann hevði fingið við Hendrickje.

Keldur

  1. Gombrich, s. 420.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.