Región Høvuðsstaðurin
Región Høvuðsstaðurin (á donskum: Region Hovedstaden) er við sínum 1,7 mió. íbúgvunum tann fólkaríkasta av teimum fimm regiónunum í Danmark.
Región Høvuðsstaðurin Region Hovedstaden | |
---|---|
Regiónir í Danmark | |
Land | Danmark |
Størsti býur | Keypmannahavn |
Capital | Hillerød |
Kommunur |
29
|
Stjórn | |
• Formaður | Lars Gaardhøj (Socialdemokraterne) |
Øki | |
• Tilsamans | 2 568,29 km2 (Bad rounding hereFormatting error: invalid input when rounding sq mi) |
Fólkatal (1. januar 2014)[1] | |
• Tilsamans | 1 749 405 |
Tíðasona | CET (UTC+1) |
• Summar (DST) | CEST (UTC+2) |
Heimasíða | www.regionhovedstaden.dk |
Regiónin er ein samanlegging av teimum gomlu amtunum Keypmannahavnar og Frederiksborg amtum, Keypmannahavnar og Frederiksberg kommunum og Bornholms Regiónskommunu og hevur harumframt yvirtikið uppgávurnar hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab. Regiónin hevur miðfyrisiting í Hillerød. Regiónin hevur umleið 36 000 starvsfólk (gjørt upp í fulltíðarstørv) og hevði í 2013 eitt samlað búskett á 34,2 mia. kr.
Región Høvuðsstaðurin verður stýrt av einum regiónsráði, sum fyrstu ferð varð valt hin 15. november 2005. Uppgávurnar hjá regiónini eru fyrst og fremst innan heilsu og sjúkrahús, íroknað heilsutrygging. Regiónin hevur størsta sjúkrahúsverkið í Danmark við 11 sjúkrahúsum, íroknað Region Hovedstadens Psykiatri. Útreiðslurnar til heilsuøkið eru umleið 90 % av samlaðu útreiðslunum hjá regiónini.
Statsligar uppgávur í Región Høvuðsstaðnum hoyra undir Statsforvaltningen Hovedstaden.
Regiónsráðið
Regiónsráðið sær soleiðis út tíðarskeiðið 2014-17:
- Socialdemokraterne – 13 limir
- Socialistisk Folkeparti – 2 limir
- Venstre – 8 limir
- Konservative – 5 limir
- Dansk Folkeparti – 4 limir
- Det Radikale Venstre – 3 limir
- Eindarlistin – 5 limir
- Liberal Alliance – 1 lim
Sophie Hæstorp Andersen (Socialdemokraterne) er regiónsráðsformaður.
Kommunur í regiónini
Tað eru 29 kommunur í Región Høvuðsstaðnum:
|
|