Rømerstigin

Rømerstigin er ein gamal hitastigi, nevndur eftir danska stjørnufrøðinginum Ole Christensen Rømer, sum kom við honum í 1701. Rømer ætlaði at seta frystipunktið á saltlaka til 0 stig. Tá hann so setti kókipunktið á vatni (við trýstið 1 atm.) til 60 stig, bleiv frystipunktið á reinum vatni umleið 7,5 stig. Hann defineraði so stigan soleiðis, at vatn frystir við eksakt 7,5 stig og vatn kókar við 60 stig (tá trýstið er 1 atm.) Munurin millum kókipunkt og frystipunkt á vatni er altso 52,5 stig á rømerstiganum, meðan munurin sum kunnugt er 100 stig á celsiusstiganum. Og tá  100/52,5 = 40/21, er umrokningin millum celsiusstigan og rømerstigan altso:


T = 21/40 TC + 7,5   og   TC = 40/21 T 14 2/7.


Í dag kann tað tykjast løgið at velja ein stiga við 60 trinum, men Rømer brúkti sama talið, sum tað eru bogaminuttir í einum bogastigi.[1]

Alisfrøðingurin Daniel Gabriel Fahrenheit vitjaði Rømer í 1708 og fór at arbeiða víðari við hitastiganum, til hann gjørdi sín egna stiga, fahrenheitstigan.[2]

Umrokning

      Umrokning            Frá Rømer til      Til Rømer frá
      Kelvin      TK = 40/21 T + 258 121/140            T = 21/40 TK 135 723/800      
      Celsius      TC = 40/21 T 14 2/7      T = 21/40 TC + 7,5
      Fahrenheit      TF = 24/7 T + 6 2/7      T = 7/24 TF 1 5/6
      Rankine      TRa = 24/7 T + 465 669/700      T = 7/24 TRa 135 723/800
      Réaumur      TRe = 32/21 T 11 3/7      T = 21/32 TRe + 7,5
      Newton      TN = 22/35 T 4 5/7      T = 35/22 TN + 7,5
      Delisle      TD = 20/7 T + 171 3/7            T = 7/20 TD + 60

Referansur

  1. "Rundetaarn: Termometri". http://www.rundetaarn.dk/dansk/observatorium/term.htm. Heintað 2015-06-24.
  2. "Rundetaarn: The thermometers of Ole Rømer". http://www.rundetaarn.dk/engelsk/observatorium/tempeng.htm. Heintað 2015-06-24.
Hitastigar
CelsiusFahrenheitKelvin
  Delisle    Newton    Rankine    Réaumur    Rømer  
Hitastigar
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.