Rósa Samuelsen
Rósa Samuelsen (fødd Simonsen, 22. desember 1959 i Tórshavn) er ein føroysk bankakvinna og politikari (Sambandsflokkurin). Hon er útbúgvin innan skrivstovu- og peningastovn og hevur starvast í peningastovni.[1]
Rósa Samuelsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 22. des 1959 |
Starv | politikari, banker |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Rósa Samuelsen |
Lívsleið innan politikk
Hon var bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu 1999–2008, herundir borgarstjóri 2001–2008. Hin 1. januar 2009 varð kommunan løgd saman við Miðvágs kommunu til Vága kommunu. Síðan 1. januar 2013 hevur hon verið borgarstjóri í Vága kommunu. Hon hevur eisini havt fleiri onnur kommunupolitisk álitisstørv, eitt nú var hon formaður í Føroya Kommunufelag 2004–2008.
Rósa hevur verið vald inn á Føroya Løgting síðan 2008 og hevur verið formaður í Løgtingsins trivnaðarnevnd síðan 2011 og limur í Landsstýrismálanevndini síðan 2011. Árini 2008–2011 var hon almannamálaráðharri í fyrru stjórnini hjá Kaj Leo Johannesen, og Marjus Dam tók sæti á Løgtinginum í hennara stað.
Landsstýriskvinna
- 2008-11 Landsstýriskvinna í almannamálum
Løgtingslimur
- 2008-11 Vald inn á løgtingið, sat í landsstýrinum alt tíðarskeiðið, Marjus Dam tók sæti í Løgtinginum
- 2011- Løgtingslimur
Løgtingsnevndir
- 2011- formaður í Løgtingsins trivnaðarnevnd
- 2011- limur í Løgtingsins landsstýrismálanevnd
Bygdarráðslimur og borgarstjóri
- 1999–2008 Bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu (harav borgarstjóri 2001-08)
- 2001–2008 Borgarstjóri í Sandavágs kommunu
- 2008- Bygdarráslimur í Vága kommunu
- 2013- Borgarstjóri í Vága kommunu
Onnur politisk størv
- 2004–2008 Formaður í Føroya Kommunufelag
Familja
Rósa er dóttir Erlu Mariu og Sólfinn Jóhan Simonsen. Hon er gift við Heðin M. Svabo Samuelsen, saman eiga tey trý børn: Árni S. Svabo Samuelsen, Erla M. Svabo Samuelsen og Marni Svabo Samuelsen.