Prix Føroyar

Prix Føroyar var ein tónleikakapping, sum Norðurlandahúsið tók stig til í 1995 í samstarvi við Føroya undirhaldstónleikarafelagi, Sjónvarpi Føroya, Útvarpi Føroya og við hjálp frá ymiskum áhugafeløgum í Føroyum. Meiningin var fyrst og fremst at geva føroyskum tónleikarum møguleikan at framføra egin løg, á einari proffessionellari konsert og harumframt at fáa føroyskan tónleik út í heim.

Í 2005 varð stóra gallakvøldið kallað Atlantic Music Event (AME).

Henda tónleikakappingin er ikki til longur.

Vinnarar

Atlantic Music Event

Vinnarar av AME 2005

  1. Besta lag: Teitur/Josephine
  2. Besti sangari: Eivør Pálsdóttir
  3. Besti bólkur: GoGo Blues
  4. Besta fløga: Teitur: Poetry and Aeroplanes
  • Mest spælda lag: Páll Finnur Páll/Forelskaður Sjónleikari
  • Mest seljandi bólkur: Týr/Eric The Red ella Trølla Pætur (verður endaliga gjørt upp seinni)

Tilnevningar AME 2005

  1. Besta lag: Lena Anderssen “My Lady”,Páll Finnur Páll “Forelskaður sjónleikari, Teitur “Josephine”
  2. Besti sangari: Eivør, Guðrun Sólja Jacobsen, Lena Anderssen
  3. Besti bólkur: Deja vu, GoGo Blues, Makrel
  4. Besta fløga: Lena Anderssen “Can’t erase it”, Teitur “Poetry and Aeroplanes”, Salt “Salt”

Keldur

  1. "AME.fo". http://www.ame.fo/00009/00021/. Heintað 2013-01-04.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.