Pollapönk
Pollapönk er ein íslenskur tónleikabólkur úr Hafnarfirði, sum varð stovnaður í 2006[1] av tveimum barnagarðspedagogum, sum ynsktu at skapa tónleik, ið bæði børn og vaksin kundu njóta saman[2]. Bólkurin vann Söngvakeppnin í 2014 og umboðar Ísland í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 2014. Pollapönk kom víðari í fyrru hálvfinaluni, sum varð hildin hin 6. mai 2014 í Keypmannahavn. Teir gjørdust nummar 15 í finaluni við 58 stigum[3].
![](../I/Pollap%C3%B6nk%252C_ESC2014_Meet_%2526_Greet_03.jpg.webp)
Pollapönk
Limir
- Heiðar Örn Kristjánsson (síðan 2006)
- Haraldur Freyr Gíslason (síðan 2006)
- Guðni Finnsson (síðan 2007)[4]
- Arnar Þór Gíslason (síðan 2007)[4]
Heiðar og Haraldur stovnaðu tónleikabólkin Botnleðja í 1994 saman við Ragnar Pál Steinsson[5].
Útgávur
Album
- 2006 - Pollapönk
- 2010 - Meira pollapönk
- 2011 - Aðeins meira pollapönk
- 2014 - Bebebe-besta pollapönkið
Stakløg
- 2011 - "Ættarmót"
- 2014 - "Enga fordóma" / "No Prejudice"
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.