Politikkur

Politikkur ella stjórnmál[1][2] (stytt stjm.[3]) er arbeiði ið miðar ímóti at beina ella ávirka gongdina í samfelagnum ella í altjóða høpi, stjórnmál (eftir ávísum sjónarmiðum ella hugmyndum).[4]



Í 1872 fingu Føroyar eina kommunuskipan, og menn skuldu verða valdir í sóknarstýrini. Í fyrstuni var hvørt prestagjald ein kommuna; seinni gjørdust kommunurnar fleiri. Tórshavn hevði tó fingið eina kommunuskipan longu í 1866, og í 1909 gjørdist høvuðsstaðurin keypstaður við keypstaðarrættindum. Við tjóðskaparrørsluni kom meiri ferð á føroyskan politikk. Úr aldaskiftinum vaks fram ein sjálvstýrisrørsla og ein mótstøða móti henni. Í 1906 fekk Føroya Løgting eitt tilboð úr donsku stjórnini um meiri sjálvstýri. Eftir tí skuldi Løgtingið fáa ábyrgdina av málum sum havnum, vegum, telefon, o.s.fr. Føroyar skuldu fáa eitt danskt árligt tilskot til hesar útreiðslur. Í Føroyum tók seg upp stór mótstøða móti hesum nýggja politikki, og henda mótstøða vann øll valini (fólkatingsval, løgtingsval og landtingsval) á sumri í 1906. Burtur úr hesum komu fram tveir politiskir flokkar: Sambandsflokkurin, ið legði dent á týdningin av føstum viðurskiftum við Danmark, og Sjálvstýrisflokkurin, ið var fyri størri føroyskum sjálvræði í politikki.[5]

Sí eisini

Keldur

  1. "Archive copy". http://www.obg.fo/fob/fob.php?leitord=politikkur&button_leita=&action=1&pageno=0. Heintað 2014-11-11.
  2. Parker, Philip M. (ed.). Webster’s Faroese-English Thesaurus Dictionary. Page 308. San Diego, CA: ICON Group International. 2008. ISBN 0-497-83489-8.
  3. "Archive copy". http://www.obg.fo/fob/fob.php?action=14. Heintað 2014-11-11.
  4. "Archive copy". http://www.obg.fo/fob/fob.php?leitord=politikkur&button_leita=&action=1&pageno=0. Heintað 2014-11-11.
  5. http://www.denstoredanske.dk/index.php?title=Samfund%2C_jura_og_politik/Samfund/Forfatningsforhold_i_andre_lande/F%C3%A6r%C3%B8erne_(Det_politiske_system)
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.