Pol Pot

Náðileysir einaræðisharrar í farnu øld hava dripið milliónir menniskju, men fáir hava skatt sítt land so illa, sum Pol Pot (19. mai 192815. apríl 1998), sum tey fýra árini hann ráddi fyri borgum, týndi meira enn ein triðing av fólkinum í landinum. Pol Pot stóð á odda fyri Reyðu Kmerununum, sum meðan Vjetnamkríggið leikaði á bardust móti stjørnini í Kambodja og móti amerikumonnum. Reyðu Kmerarnir tóku høvuðsstaðin Phnom Pen í 1975. Fáar dagar seinni vórðu øll fólkini í býnum rikin út á bygd fyri at arbeiða í landbúnaðinum. Allir útlendingar vórðu vísitir av landinum, pengar vórðu avtiknir, markanðir, skúlar og dagbløð vórðu stongd og privat ogn og átrúnaður varð bannaður. Forelskilsi varð bannað, og øll við brillum vórðu dripin á staðnum. Ikki fyrrenn í 1978, tá Norðurvjetnam gjørdi innrás í landið, varð hetta ræðuliga einaræðið avtikið.

Pol Pot (1978)
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.