Pocahontas

Pocahontas (fødd 1595, deyð 21. mars 1617) var ung indiánagenta úr Virginia, sum bjargaði John Smith kapteyni (f. januar 1580 – d. 21. juni 1631) úr hondunum á ættbólki sínum. Hann var oddamaður fyri Jamestown-bygdini í Eysturvirginia. Í 1612 hildu onglendingar gentuni sum gísla fyri at fáa pápa hennara at leggja vápnini. Árið eftir gifti hon seg við John Rolfe (15851622), sum eisini var niðursetumaður, og fór til Stóra Bretlands við honum. Hon fekk eina syrgiliga lagnu, tí hon fekk pokur og doyði árið eftir, í 1617.

Tað er søgan um hana, ið Walt Disney nýtir í søgu síni "Pocahontas" (1995).

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.