Plymouth
Plymouth er ein býur í útsynningspartinum av Onglandi.
Plymouth í Devon í Onglandi | |
---|---|
| |
Flagg | Skjøldur |
Kort | |
Grunddáta | |
Land: | Stóra Bretland |
Landspartur: | Ongland |
Greivadømi: | Devon |
Grundlagdur: | í miðøld |
Vídd: | 79.83 km² |
Íbúgvar (2018): | 263.100 |
Heimasíða: | www.plymouth.gov.uk |
Býurin liggur á suðurstrondini í greivadøminum (county) Devon, uml. 60 km í ein útsynning av Exeter. Áirnar Tamar og Plym renna fram við býnum.
Í 2016 búðu á leið 267 túsund fólk í býnum.
Søga
Elsta skrivaða heimild har navnið Plym Mouth verður umrødd, er frá 1211.[1]
Francis Drake, sum sigldi kring jørðina árini 1577 til 1580, gjørdist borgarstjóri í Plymouth í 1581.
Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Plymouth við enska skipinum Mayflower. Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts. Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni, ið teir nevndu Plimouth (nú Plymouth í Massachusetts). Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin hevði helst doyð út, høvdu upprunafólk frá Wampanoag-sameiningini, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum.
Myndir
- Elsti bygningurin í býnum er "Prysten House", frá 1498.
- The Hoe (Plymouth Hoe)
- Brúgvin um Tamaránna
- Standmyndin hjá Francis Drake
- Plymouth Sound
- Plymouth Sound
Ávísingar úteftir
- Almenna heimasíða, plymouth.gov.uk
- "Plymouth City Council - History of Plymouth". 2013-09-08. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-09-08. http://archive.today/QCgu2.
- Plymouth (England), en.wikivoyage.org
Keldur
- Plymouth - A History, plymouthdata.info