Pluto

Pluto (symbol: ⯓[1] og ♇[2]) er fjar dvørgagongustjørna uttanfyri gongustjørnuna Neptun. Klótan Pluto er flokkað í bólkin gongustjørnudvørgar, og melur klótan kring sólina í eini ringrás uttanfyri henni hjá Neptun. Henda umflokking av Pluto fór fram eftir 24. august 2006, tá ið 2500 vísindafólk, sum vóru komin saman á ráðstevmiu í Sveis samdust um at Pluto ikki longur skuldi verða roknað millum gongustjørnur. Um Pluto gongur ein máni, Charon nevndur, Charon varð funnin í 1978. Hann er um 1120 km í tvørmál, og hann er bara 20000 km frá Pluto. Pluto og Charon eru helst ísknøttir av frystum vatni, metani og ammoniakki. Pluto eitur eftir grikska gudinum Pluton, sum var gudur fyri ríkidømi umframt myrkri og deyða. Charon var ferjumaðurin, sum flutti tey deyðu um ánna Styx til deyðans ríki. Nøvnini tykjast hóska væl til hesar køldu og fjaru knøttir ytst í sólskipanini.

Pluto ⯓♇
Pluto
Pluto
Uppdaging
Uppdagari Clyde W. Tombaugh
Uppdagað 18. februar 1930
Ringrás um sólina
Semi-major axis 5906376272 km
39,48168677 au
Orbital circumference 36,530 Tm
244,186 au
Eccentricity 0,24880766
Perihelion 4436824613 km
29,65834067 au
Aphelion 7375927931 km
49,30503287 au
Orbital period 90613,3055 døgn
(248,09 ár)
Synodic period 366,73 døgn
Avg. Orbital Speed 4666 km/s
Max. Orbital Speed 6112 km/s
Min. Orbital Speed 3676 km/s
Inclination 17,14175°
(11,88° frá sólarekvator)
Longitude of the
ascending node
110,30347°
Argument of the
perihelion
113,76329°
Umhvørvi
Mánar 3
Aliseginleikar
Diametur 2306 ± 20 km
(18% av Jørðini)
Vídd á Yvirflata 1,795×107 km2
(0,033 Jørðir)
Rúmd 7,15×109 km3
(0,0066 Jørðir)
Massi (1,305±0,007)×1022 kg
(0,0021 Jørðir)
Miðaldensitetur 2,03±0,06 kg/dm3
tyngdarakseleratión á ekvator 0,58 m/s2 (0,059 jarðaraks.)
Escape velocity 1,2 km/s
snúðningstíð 6,387230 døgn
(6 d 9 h 17 m 36 s)
Snúðningsferð 47,18 km/h (um ekvator)
Axial tilt 122,54° (to orbit)
115,60° (to the ecliptic)
Right ascension
of North pole
133,02° (8 h 52 min 5 s)
Declination -9,09°
Albedo 0,49–0,66 (varies by 35%)
Yvirflatarhiti
lág miðal
33 K 44 K 55 K
Adjective Plutonian
Atmosferu eginleikar
Atmosferutrýst 0,30 pascal (summarhámark)
Samanseting køvievni, metan

Niggjunda og ytsta gongustjørnan er Pluto, sum tó í løtini bara er næstytst frá sólini. Rásin er so háttað, at Pluto árini 1979 til mars 1999 er nærri enn Neptun. Áðrenn Pluto varð funnin, bendu frávik í rørslunum hjá ytru gongustjørnunum á, at ein himmalknøttur mátti ganga um sólina uttan fyri Neptun. Pluto er so kám, at hon sæst bara í stórum kikara, og leitað hevði verið eftir henni í mong ár, tá ið Clyde Thombaugh umsíðir fekk eyga á hana í 1930. Umferðartíðin um sólina er stívliga 248 ár, og í miðal er hon stívliga 39 ferðir frá sólini sum jørðin. So langt burturi munar sólarljósið lítið, og hitin á ytjuni fer valla upp um -230 °C.

Tvørmálið er eftir nýggjastu metingunum bara einar 2300 km, og evnisnøgdin um 1,9 kg/dm3. Í juni 1988 varð staðfest, at um Pluto er tunt lofthav av metani. Hetta kann tykjast ikki sørt løgið, tá atdráttarmegin har er so lítil. Pluto er sum heild ikki sørt gátufør, og gitingarnar um hana hava verið mangar. Kanska er hon ikki verulig gongustjørna, men heldur ein máni hjá Neptun ella ein smástjørna, sum er farin av kós? Ella kanska er hon bara hin fyrsti av mongum halastjørnulíkum ískroppum uttast í sólskipanini? Tað, at máni melur um Pluto, og at har er lofthav, man tó benda á, at hon er fullgild dvørgagongustjørna.

Umflokkingin av Pluto

Tá ið Pluto varð flutt niður í flokking millum klóturnar í umfari um sólina, vóru ávís atlit tikin.

Fyrst og fremst var ætlað um støddina, tí klótan er rættiliga nógv minni enn hinar 8 gongustjørnurnar; haraftrat eru eisini aðrir gongustjørudvørgar funnir í sólskipanini, bæði áðrenn Pluto varð funnin í 1930 (t.d. Ceres), og ikki minst hesi seinastu árini, tá ið betraðu stjørnukikararnir hava latið okkum sæð smálutir, sum fyrr vóru fjaldir fyri eygum okkara (t.d. Sedna).

Vísindafólk høvdu valið: Skal Pluto, ið ikki er nevnivert størri enn hinir gongustjørnudvørgarnir, framvegis hava serstøðun sum verulig gongustjørna, bert tí klótan fekk hetta heitið afturi í 1930'unum? Ella skulu allir hinir gongustjørnudvørgarnir flytast upp mill gongustjørnurnar, so vit fáa eitt møgulig óendaligt tal av klótum av hesum slag? Men hinvegin, so var Merkur heldur ikki so øðiliga nógv størri enn Pluto ... og hvussu við mánunum Titan og Callisto? Skuldu teir nú eisini flokkast umaftur?

Skilmarkan av gongustjørnum

Tørvur var tí á eini avgjørdari skilmarkan, ið greitt útgreinaði, nær talan er um eina gongustjørnu, og nær talan er um ein gongustjørnudvørg. Á ráðstevnuni í Sveis varð komið til hesa niðurstøðu í trimum punktum.

Skal klóta í ringrás um sólina kunna kallast ein gongustjørna krevst, at talan er um himmallikam í beinleiðis umfari um sólina (1), sum er nóg stórt, at atdráttarmegin hevur gjørt tað runt (2), tó uttan at hava ruddað burt onnur likam í grannalagnum (3), og tá ið Pluto hoyrir til Kuiper-beltið, sum verður hildið at hava líka nógvar klótur, klettar og ís sum Asteroidu-beltið, kann valla sigast, at gongustjørudvøgurin uppfyllir seinastu treytina.

Tvørmátið á Pluto er bara fimtingur av tvørmáti Jarðar. Pluto er kaldasta klótan í sólarskipaini við einum miðalhita upp á -260 °C. Pluto hevur ein mána, Karon, sum varð sæddur í 1978.

  Sólskipanin
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði
  1. JPL/NASA (2015-04-22). "What is a Dwarf Planet?". https://www.jpl.nasa.gov/infographics/what-is-a-dwarf-planet.
  2. John Lewis, ed. (2004). Physics and chemistry of the solar system (2 ed.). Elsevier. p. 64.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.