Piemonte

Piemonte (italskt: Piemonte, Piemontesiskt og oksitanskt: Piemont, franskt: Piémont) er ein ein av 20 regiónum í Italia. Piemonte er ein sjálvstýrandi landslutur, sum liggur í útnyrðingsitalia. Høvuðsmáið ið verður tosað har er piemontesiskt. Italskt verður eisini tosað har og í Oksitandalunum býr ein minniluti, sum tosar sítt egna mál, oksitanskt. Tað oksitanska málið verður eisini tosað í Suðurfraklandi, Monako og í Katalonska dalinum Val d'Aran. Piemontesikst verður tosað í Piemont av meira enn einari millión fólkum. Piemont landsluturin er 25.402 km2 til støddar og fólkatalið er umleið 4,4 milliónir.

Piemonte
Flagg Regione Piemonte
(Flagg Regione Piemonte)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur:
Alment mál Piemontesiskt og italskt
Høvuðsstaður Torino
Forseti Roberto Cota
'
Fullveldi Onki 1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
25,402 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
4.366.251
170/km²
Gjaldoyra
Tíðarøki
Økisnavn á alnetinum
Telefonkota +
Kort yvir landslutir í Piemonte

Landafrøði

Piemonte er næststørsta región av teimum 20 regiónunum í Italia, næst eftir Sisilia. Piemonte er umgirt av Alpunum til tríggjar síður, millum teirra eru fjøllini Monte Rosa og Monte Viso, har tann 652 km langa Po áin rennur. Piemonte hevur mark til Frakland, Sveis og tær italsku regiónirnar Lombardia, Liguria, Aosta Dalin og eitt pinkalítið sindur við Emilia Rómanja. 43,3% av Piemonte er fjallalendi, 30,3% er av lágum fjøllum ella heyggjum, og 26,4% er láglendi ella marklendi.

Søga


Fyrisitingarligar eindir

Piedmonte er býtt sundur í átta landslutir:

Landslutur Økið (km²) Fólkatal Fólkatættleiki (íbúgvar/km²)
Alessandria 3.560 438.062 123,1
Asti 1.504 219.629 146,0
Biella 913 187.090 204,9
Kuneo 6.903 584.467 84,7
Novara 1.339 365.156 272,7
Torino 6.821 2.288.614 335,5
Verbano-Cusio-Ossola 2.255 162.618 72,1
Vercelli 2.088 179.164 85,8

Ítróttur

Fleiri sløg av ítróttir verða íðka á høgum støði í Piemonte. Innan fótbólt eru tað serliga feløgini Juventus F.C. og Torino F.C., ið hava gjørt seg galdandi. Fótbóltsfeløgini í Piemonte hava vunnið flest italsk meistaraheiti. Flogbóltur verður serliga íðkaður í Cuneo, sum hevur manslið og í Novara, har tað serliga eru kvinnurnar, sum hava klárað seg væl. Innan kurvabólt kunnu nevnast Biella Basketball og Junior Casale, og innan íshockey kunnu nevnast Hockey Club Turin (sum varð stovnað í 1947) og hockey á rulluskoytum, har Amatori Vercelli hevur vunnið trý meistaraheiti, einaferð italsku steypakappingina og tvær ferðir CERS Cup.

Keldur

    Slóðir úteftir

    This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.