Phoenix

Phoenix er fimtstørsti býur í USA við umleið 1,66 mió. íbúgvum (2018). Phoenix er eisini høvuðsstaður og størsti býurin í Arizona. Eyknevni er Sòlinsdalur (ella á enskum: Valley of the Sun). Umleið 65 % av fólkinum í Arizona búgva í Phoenix ella tætt við býin. Í Phoenix og økinum rundanum búgva 4,17 millionar fólk (2007). Borgmeistari er Phil Gordon (D). Phoenix er ímillum teir býir í USA, sum vaksa skjótast, hóast hann er mítt í oyðimørkini. Fólkavøksturin frá 1960 til 1990 var heili 300 prosent. Ein av atvoldunum til, at Coloradoá er byrgd og ikki longur rennur í havið, er nógva vatnnýtslan í Phoenix.

Phoenix, Arizona
Kort Kort
Grunddáta
Land: USA
Stakríki: Arizona
Vídd:1344.5 km²
Íbúgvar (2019):1 680 992[1]
Tættleiki:1 250,27/km²
Heimasíða:www.phoenix.gov

Vinabýir

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Keldutilfar

  1. "Population and Housing Unit Estimates". United States Census Bureau. May 24, 2020.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.