Paraguai

Paraguei ella Paraguai er eitt land í Suðuramerika. Grannalond eru Argentina, Bolivia og Brasil. Landið er 406.752 m2. Tann stóra áin Paragueiá sker landið í tvíningar. Stívliga 6,8 milliónir fólk búgva í Paraguei, av teimum búgva 44 % í býunum. Høvuðsstaður er Asunción, har búgva 519.000 fólk. Høvuðsmálið í Paraguei er spanskt, men flest øll tosa eisini tað gamla indiánamálið, guarani, og í býunum tosa summi bara spanskt. Paraguei gjørdist óheft av Spania í 1827. Mesti útflutningurin er bummull og soyabønir.

República del Paraguay
Tetã Paraguái
Lýðveldið Paraguei
Flagg Paraguei
(Flagg Paraguei)
Skjaldarmerki Paraguei
(Skjaldarmerki Paraguei)
Tjóðarslagorð: "Paz y justicia"
Tjóðsangur: "Paraguayos, República o Muerte"
Alment mál Spanskt, gurani
Høvuðsstaður Asunción
Forseti Fernando Lugo
Varaforseti Federico Franco
Fullveldi 14. mai 1811
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
406 750 km²
2,3
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
6 454 548
15/km²
Gjaldoyra Guaraníes (PYG)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .py
Telefonkota +595

Tá ið tað hevði verið partur í spanska hjálandaríkinum í úti við 300 ár, gjørdist landið sjálvstøðugt í 1811. Síðan hava einaræðisharrar stýrt landinum næstan alla tíðina. Gitnastur var Alfredo Stroessner herovasti, sum ráddi í 35 ár, til kvett varð gjørt ímóti honum í 1989, og hann varð settur frá. Nú verður roynt at byggja landið upp.

Søga

Miðskeiðis í 19. øld samtyktu myndugleikarnir í Paraguai, at jørðin skuldi falla til landið, og at harramenn skuldu ikki hava rætt at keypa jørð bíliga. Øll orka varð nú løgd í at menna ídnaðin, og tollur var lagdur á útlendska vøru. Boð vórðu send eftir evropearum at læra fólkið at leggja jarnbreytir og fáa sett ídnað í gongd. Skúlaskapurin mentist, og sum frá leið, vóru skip og onnur ídnaðarvøra gjørd í landinum. Einasti møguleiki hjá fólkinum at sleppa til sjógvin er eftir La Plataá. Av hesum tók stríð seg upp við grannalondini Argentina, Uruguai og Brasil. Bretar hildu eisini, at handisligu áhugamál teirra vóru í vanda á hesum leiðum, og bretskir bankar stuðlaðu tí grannalondunum hjá Paraguai. Loynilig semja var gjørd at leggja landið lamið. Í 1865 brast blóðugt kríggj á, og tað vardi í fimm ár. Tveir triðingar av fólkinum vórðu dripnir, og í 1870 vóru bara 250,000 fólk eftir. Mannfólkið varð meintast rakt. Tá ið kríggið var av, var lutfalstalið ímillum mannfólk og konufólk 1:28. Landið mátti lata frá sær stór øki, og tað var nú av fátækastu londum í Suðuramerika.

Chacokríggið

Chacokríggið.

Síðan miðskeiðis í 19. øld vórðu Paraguei og Bolivia ósamd um, hvør skuldi hava yvirvaldsrætt yvir Chacolendinum, eitt oyðið øki - 250.000 km2 - ímillum tey bæði londini. Í 1920-árunum varð hildið, at stórar oljukeldur vóru har, og altjóða áhugi varð fyri økinum. Í 1928 vórðu vápnaðir samanbrestir ímillum londini, og Paraguei, sum var nógv minni og hevði færri fólk, bað Fólkasamgonguna fáa semju í lag. Men allar senmingsroyndir miseydnaðust, og í 1932 brast veruligt kríggj á. Paraguei, sum varð hildið at verða óseki parturin í krígnum, tók seg skjótt fram. Tá ið kríggj hevði verið í trý ár, ið kostaði trimum bolivianarum og tveimum paragueiarum lívið fyri hvønn ferkilometur, sum tikið varð til, hevði Paraguei fingið ræðið yvir næstan øllum økinum. Umstøðurnar hjá hermonnunum í Chacolendinum vórðu ræðuligar. Stundum bardust 50 000 mans úr hvørjum landi í tættasta regnskógi og kjarrlendi ella í vandamiklum mýrlendi. Í turrtíðini varð næstan ikki vatndropi at fáa. Líka nógvar hermenn doyðu av malaria og lívsýki sum í bardøgum. Nógvu eiturormarnir gjørdu sítt til, at so mangir hermenn doyði. Kríggið hevði mergsogið báðar partar, og við altjóða hjálp avtalaðu tey vápnahvíld, og í 1938 var friður. Chaco varð býtt sundur, og Paraguei fekk meginpartin.

Landafrøði

Høvuðsstaðurin, og einasti stórbýurin í landinum, eitur Asunción, eini 540 000 fólk búgva í býnum. Hann er eystan Paragueiá. Tað, ið eyðkennir býin, eru rætthyrnta vegakervið við breiðum, trægirdum vegum og mongu, vøkru viðarlundirnar. Asunción hevur varðveitt sniðið og dámin úr sponsku hjálandatíðini. Í Norðurparaguei er Gran Chaco, ið er óføra stórt gras- og skógarlendi. Einastu fólk, sum búgva her, eru guraní- og macáindiánarnir. Macáindiánar selja ferðafólki t.d. handvovnar taskur.

Búskapur

Av tí at Paraguei er langt inni í meginlandinum, stór lendi eru óbygd og lítið náttúrutilfeingi er at taka av, er landið eitt av fjónaðu londunum í heiminum. Helmingurin av fólkinum í Paraguei er jarðyrkisfólk. Ovurstóra Itaipú-orkuverkið ger so nógv ravmagn, at stórar nøgdir verða seldar Brasil. Roynt verður eisini at menna ymsar nýggjar ídnaðargreinir, so at landið skal ikki verða so bundið at landbúnaðinum.

Mentan

Í Paraguei búgva umleið 40 000 indiánar. Teir hoyra til 18 ymsar ættbólkar, og hvør ættbólkur tosar sítt mál. Eini hundrað ár eftir tað, at Spania hevði lagt Paraguei undir seg í 1536, fóru jesuittatrúboðarar at kristna paragueiar. Jesuittar, katólskur trúarflokkur, bygdu trúboðarastøðir og stórar steinkirkjur og vardu guaraní-indiánarnar fyri fíggindum sínum. Tá ið jesuittarnir vórðu riknir av landinum í 1767, fullu bygningar teirra í órøkt; teir verða nú umvældir.

Politikkur

53 forsetar hava rátt í landinum. Alfredo Strössner úr Coloradoflokkinum er tann, sum hevur sitið longst við ræði. Hann sat sum forseti frá 1954, til hann í 1989 var frákoyrdur í statskvetti.

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.