Pætur við Keldu
Pætur við Keldu (f. 1970) er føroyskur sangari og sangskrivari. Hann er sonur Jógvan við Keldu og Betty Skaale, og beiggi svimjaran Tóru við Keldu. 9. Februar 2002 luttók hann í donsku tónleikakappingini "Melodi Grand Prix", sum er innleiðandi kapping til altjóða sang kappingina Eurovision. Pætur gjørdist nummar 5 í donsku kappingini. Pætur syngur saman við Evi Djurhuus á stakfløgu hennara, sum kom út í 2010. Tey syngja sangin How's the World Treating You.[1]
Fløguútgávur
- Tiðnað
- Simplicity
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.