Otrantostræti
Otrantostræti (italskt: Canale d'Otranto) er eitt stræti í Miðjarðarhavi.
Strætið, sum er uml. 70 kilometrar til breiddar og uml. 700-1100 metrar djúpt, liggur millum eysturstrondina í Apulia í Suðuritalia og albansku vesturstrondina.[1] Tað er einasta sjóvegis farleið millum Adriahav og Jónahav (Adriatarhavið og Jóniska havið).
Strætið er uppkallað eftir italska býnum Otranto. Býurin er ytst í landsynningspartinum á italsku hálvoynni.
Myndir
- Strætið á korti tíðliga í 17. øld.
- Havnarlag í Otranto
- Hesin vitin stendur á eystasta punkti í Suðuritalia (Capo d'Otranto).
- Víkin í Vlorë við albansku strondini.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.