Olympiakos FC
Olympiakos F.C. (grikskt: ΠΑΕ Ολυμπιακός) er eitt grikskt fótbóltsfelag, sum hevur heimavøll í Pireus, Karaiskakis Stadium. Felagið varð stovnað hin 10. mars 1925 og er higartil (maí 2022) tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Grikkalandi við 47 grikskum meistaraheitum (Σούπερ Λίγκα Ελλάδα / Superliga Grikkalands), harumframt hava teir vunnið 28 grikskar steypakappingar (Κύπελλο Ελλάδος Ποδοσφαίρου) og 4 griksk supercup. Felagið er eitt av fýra, ið aldrig er flutt niður í næstbestu deildina. Í evropeiskum kappingum er felagið tvær ferðir komið í kvartfinaluna, tað var í 1998–99 UEFA Champions League og 1992–93 European Cup Winners' Cup.
Olympiakos | |||
Navn | ΠΑΕ Ολυμπιακός Σύνδεσμος Φιλάθλων Πειραιώς (Olympiacos Club of Fans of Piraeus) | ||
---|---|---|---|
Kelinavn | Τhrylos (Legendan) Erythrolefki (Teir reyðu-hvítu) | ||
Stovnað | 10. mars 1925 | ||
Leikvøllir | Karaiskakis Stadion | ||
Rúmd | 32.115 | ||
Formaður | Evangelos Marinakis | ||
Høvuðsvenjari | José Miguel González | ||
Liga | Superliga Grikkalands | ||
2021/22 | 1. | ||
Heimasíða | Heimasíða/ | ||
|
Heiður
- Grikska Superligan : 47
- Grikska Steypakappingin : 28
- 1947, 1951, 1952, 1953, 1954, 1957, 1958, 1959, 1960, 1961, 1963, 1965, 1968, 1971, 1973, 1975, 1981, 1990, 1992, 1999, 2005, 2006, 2008, 2009, 2012, 2013, 2015, 2020
- Grikska Super Cup : 4
- 1980 , 1987, 1992, 2007
- Grikkaland-Kypros Steypakappingin (vardi frá 1969-73) : 3
- Balkan Cup : 1
Karaiskakis vanlukkan
8. februar 1981 hendi ein vanlukka á Kariskakis Stadion í Neo Faliro býarpartinum, beint eftir ein heimadyst hjá Olympiakos móti AEK Athen. Viðhaldsfólk hjá Olympiakos vildu skunda sær út fyri at feira 6-0 sigurin, men Portur 7 var ikki heilt opið, so fólk sluppu ikki út, og í troðkanini duttu fleiri og blivu trampaði í hel. 21 fólk doyðu, tey vóru millum 14 og 40 ára gomul. 20 av teimum vóru viðhaldsfólk hjá Olympiakos.