Oktoberfest

Oktoburfestin (Oktoberveitslan), sum hevur sín uppruna í Týsklandi, hevur ment seg frá at vera ein brúðarveitsla til at verða ein av størstu og mest umtóktu hátíðarhaldunum í heiminum. Oktoberfest er árlig fólkaveitsla, ið er í 16 dagar, frá síðst í september til fyrsta vikuskifti í oktober. Oktoberfest hevur verið hildin í München í Týsklandi síðani 1810. Skipað varð fyrstu ferð fyri Oktoberfest í München 12. okt. í 1810. Sagt verður at hetta er heimsins størsta veitsla, og einar seks milliónir taka lut hvørt ár. Aðrir býir hava eisini tikið oktoberfest til sín. Vit kenna allarhelst í dag Oktoburfestina fyri teirra búnar. Kvinnurnar ganga í einari hvítari blus við puffermum og einum stuttum blomstrutum kjóla við hvítum pintaðum fyriklæði. Búnin hjá monnunum er samansettur av hvítari skjúrtu og eyðkendu skinnbuksunum við selum. Eitt annað týdningarmikið eyðkenni fyri Oktoburfestina eru ølirnar. Ein drekkur Oktoberfestbier, sum er ein sterk øl. Í gomlum døgum bryggjaði man hesa ølina í marts mánaði, tí enn var kalt nokk til at bryggja. Tá so oktobur nærkaðist var aftur kalt nokk at bryggja øl, so tí ballaðist man til restirnar frá marsmánað vóru uppi.

Oktoberstevnan í München er tann størsta av øldrykkjustevnunum, ið verða hildnar um alt Týskland. Fleiri enn 6 milliónir fólk vitja Oktoburfestina hvørt ár. Hon stendur í fjúrtan dagar.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.