Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag
Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag heimahoyrandi í bygdunum Norðdepli og Hvannasundi. Bátarnir eru hvítir, hava bláar stokkar og reyða rond. Felagið varð sett á stovn 28.august í 1964.[1] Fyrsta árið ið 10-mannafarið hjá felagnum, Norðingur, luttók í FM kappróðri gekst so mikið væl, at hann vann FM heitið tað árið og eisini árið eftir. Sambært hagtølum á heimasíðuni drekin.fo, hevur felagið vunnið 4 FM heitið síðan 1973.
Kappróðrarbátar
- Ritan, 5-mannafar, vann FM í 2006 í bólkinum 5-mannafør dreingir
- Lokkin, 5-mannafar
- Sundabáturin, 6-mannafar, vann FM 2004, 2007 og 2008. Nevnast kann, at Livar Nysted róði við Sundabátinum í 2004.
- Norðingur, 10-mannafar, vann FM 1965 og 1966, onki FM heitið eftir 1973.
Nevndin
- Jóhan Simonsen, formaður
- Katrin Simonsen, næstformaður
- Sunnvá, kassameistari
- Jakki Syrdal, skrivari
- Marnhild Sørensen, nevndarlimur
- Hans Christiansen, eykalimur
- Hjalmar Zachariassen, eykalimur[2]
Keldur
- "Nhr.fo, Søga felagsins". http://www.nhr.fo/?id=46. Heintað 2011-08-21.
- "Nhr.fo, Nevndin". http://www.nhr.fo/?id=47. Heintað 2011-08-21.
Slóðir úteftir
- NRH.fo, heimasíðan hjá Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag Archived 2013-06-14 at the Wayback Machine
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.