Norðdepil
Norðdepil er ein bygd á eystursíðuni á Borðoynni. Bygdin liggur beint yvirav Hvannasundi, sum er á vestursíðuni á Viðoynni. Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoyggin og Viðoyggin vórðu samanbundnar. Í 1963 vóru tunlar gjørdir, soleiðis at koyrandi bleiv millum Norðdepil og Klaksvík. Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin er til enn, tó ganga børnini í skúla á Fossánesi frá fyrsta til sjeynda flokk og í Klaksvík í framhaldsdeildini. Norðdepil er partur av Hvannasunds kommunu.
Norðdepil | |
Norddeble (danskt) | |
Bygd | |
Norðdepil | |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Norðoyar |
Oyggj | Borðoy |
Kommuna | Hvannasunds kommuna |
Íbúgvar | 157 (2015)[1] |
Postnummur | FO-730 |
Markatal | - |
|
Vinnulív
Í Norðdepli arbeiða tey flestu innan fiski- og alivinnuna, nakrir útróðrarmenn eru. Síðan tunlarnir komu í 1967 hava fólk í Norðdepli eisini havt møguleika fyri at arbeiða í Klaksvík og aðra staðir í landinum. Eitt flakavirki varð bygt í Norðdepli í 1963. Alibrúk eru báðumegin byrginina, sum er millum Borðoy og Viðoy (millum Norðdepil og Hvannasund).[2]
Hvalastøðin í Norðdepli
Í 1898 bygdu norðmenn eina hvalastøð í Norðdepli. Fyrstu eigararnir vóru Andorsen & Neumann, frá 1899 til 1912 vóru tað P. Michelsen, Sandefjord ið áttu hvalastøðina, frá 1913-1920 var eigarin A/S Suderø, tá var støði ikki í brúk. E. Abrahamsen er seinasti eigarin, hvalastøðin læt aftur í 1920.[3]
Róðrarfelag
Bygdirnar Norðdepil og Hvannasund eru felags um kappróðrarfelagið Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag.[4] Bátarnir sum felagið eigur ella hevur átt eru: Ritan, Lokkin, Sundabáturin og Norðingur. Sundabáturin vann føroyameistaraheitið í 2004, 2007 og 2008.[5]
Minnisvarði
Tollaksmessudag 23. desember 2013 var ein minnisvarði avdúkaður í Norðdepli, yvir tey sum farin eru á sjónum, tann dagin vóru liðin júst 100 ár, síðani Norðdepilsbáturin fórst, saman við tveimum øðrum bátum úr Norðoyggjum – bátunum av Skarði og úr Kunoy. Hvannasunds kommuna hevði latið gera henda minnisvarðan til minnis um tey, sum farin eru á sjónum.
Minnisvarðin stendur norðanfyri kirkjugarðin, í nánd av gamla skúla í Norðdepli.
Keldur
- Hagstova.fo
- "Hvannasund.fo, Søgan". http://www.hvannasund.fo/sogan.html. Heintað 2012-09-04.
- Savn.fo, Hvalastøðir í Føroyum 1894-1984
- Drekin.fo, Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag
- "drekin.fo". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=38. Heintað 2012-09-04.