Niclas Johannesen
Niclas Johannesen (f. 5. desember 1965) er mest kendur sum framúrskarandi gittarleikari, tónasmiður og tónleikaprodusari. Hann hevur spælt í fleiri føroyskum bólkum, millum aðrar Chase, og hevur hartil produsera og lagt til rættis fleiri tónleikaútgávur. Til dømis útgávur hjá Brandi Enni og Lenu Anderssen.
Niclas leikti eisini 1.deildarfótbólt sum yngri, bæði við NSÍ í Runavík og HB í Havn.[1] Hann starvaðist eisini eitt skifti sum tíðindamaður fyri Sjónvarp Føroya.
Keldur
- Niclas á Faroesoccer.com
- Egholm, Sverri (11. mars 2017). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA 2017". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fma+2017.html. Heintað 12. marts 2017.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.