New Jersey

Staturin New Jersey (enskt: State of New Jersey) er ein av teimum 50 statunum í Sameindu Statunum og er eitt sindur minni í stødd enn Danmark, men har búgva umleið 9 mió. fólk. Víddin á lutstatinum er nærum 22600 km² (Danmark er 42915 ferkilometrar til støddar). Fólkatættleikin á 467/km² er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstur. Fólkatættleikin í Salem County er t.d. bara 195 fólk fyri hvønn ferkilometur. Í Hudson County, har fólkatættleikin er størstur, búgva 154 ferðir so nógv fólk á hvørjum ferkilometri sum í USA. Høvuðsstaðurin kallast Trenton og størsti býurin er Newark. Í 1787 bleiv New Jersey lutstatur í USA. Í norðri hevur New Jersey mark við New York og í vestri við Pennsylvania. Í eystri og suðri liggur Atlantshavið. Eyknevni er Urtagarðstaturin (enskt: Garden State). Teir størstu býirnir eru Newark, Jersey City, Paterson og Elizabeth. New Jersey verður eisini mett at vera tað mest urbaniseraða stakríkið í USA; 94,7 % búgva í býum og 5,3 % búgva á bygd.

Flagg Skjøldur
Land: Sameindu Statirnir
Alment mál:Einki
Høvuðsstaður:Trenton
Størsti býur:Newark
Innlimað:18. desember 1787
Guvernørur:Phil Murphy (D)
Vídd:22608 km²
Íbúgvar (2015):8938175
fyri km²:467/km²
Tíðarzona:UTC -5/-4
Heimasíða:www.nj.gov

Fólkið er sera fjølbroytt og nógvar ymiskar mentanir eru at finna. Í norðri eru tað í stóran mun fólk sum eru eftirkomarar av evropearum frá hjálandatíðini, fyrst og fremst frá italiumonnum, men eisini frá tilflytarum eftir hjálandatíðina. Fólkið í býum er ættað úr mongum londum - har eru afroamerikanar, latínoamerikanar og ásiatar; 52 % av fólkinum í býnum Newark eru t.d. svørt. Umleið 18 %[1] av fókinum í New Jersey er ættað úr Italia. Høvuðsmálið er enskt, men nógv fólk duga eisini væl italskt ella spanskt.[2] Meginparturin av fólkinum er katolikkar, og eini 30 % eru protestantar. Nógvir jødar búgva í New Jersey; umleið 436000 (5,5 %) jødar búgva í New Jersey.[3]

Størstu býir

Býur

Teir 10 størstu býirnir í New Jersey eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[4]

  1. Newark - 282 090
  2. Jersey City - 265 549
  3. Paterson - 145 627
  4. Elizabeth - 128 885
  5. Lakewood Township - 104 157
  6. Edison - 100 693
  7. Woodbridge Township - 100 450
  8. Toms River - 93 717
  9. Hamilton Township - 87 552
  10. Clifton - 85 273

Høvuðsstaðurin Trenton hevði í 2018 bara 83 973 íbúgvar.

Myndasavn

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Keldur

    This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.