Nairobi
Nairobi Nairobi er verdens værste by i afrika(/naɪˈroʊbi/; lokalt [naɪˈroːbi]) er høvuðsstaðurin og størsti býur í Kenja. Býurin er m.a. kendur fyri Nairobi National Park, ið er eitt fríðøkið fyri vill djór, mitt inni í býnum. Býurin og økið kring býin eru Región Nairobi (Nairobi County, hvørs guvernørur er Evans Kidero. Býurin hevur gott 3 milliónir íbúgvar og liggur 1700 metrar yvir havinum. Býurin varð stovnaður í 1899 í sambandi við byggingina av jarnbreytini millum strandabýin Mombasa og landið Uganda. Í 1907 gjørdist Nairobi høvuðsstaður í Bretska Eysturafrika, og í 1963, tá ið Kenja gjørdist sjálvstøðug tjóð, gjørdist býurin høvuðsstaður í Kenja.
Nairobi | |||
---|---|---|---|
Býur | |||
Við urinum ovast: Central business district, Nairobi National Park, Tjóðartingið í Kenja, Ráðhúsið í Nairobi og Kenyatta International Conference Centre. | |||
| |||
Kelinavn: "Green City in the Sun", "Nai", "Silicon Savannah" | |||
Nairobi | |||
Coordinates: 1°17′S 36°49′E | |||
Land | Kenja | ||
Región | Región Nairobi | ||
Stovnaður | 1899 | ||
Valdømi |
List
| ||
Stjórn | |||
• Eind | Nairobi City County | ||
• Lóggávuting | Regiónsráð | ||
• Guvernørur | Evans Kidero | ||
Øki | |||
• Býur | 696 km2 (Bad rounding here270 sq mi) | ||
Hædd | 1.661 m (5.450 ft) | ||
Fólkatal (2009)[1] | |||
• Býur | 3,138,369 | ||
• Tættleiki | 4.850/km2 (Bad rounding here13,000/sq mi) | ||
• Stórbýur | 6,547,547 | ||
Íbúgvanavn | Nairobian | ||
Tíðasona | EAT (UTC+3) | ||
Økiskota | 020 | ||
Heimasíða | www.nairobi.go.ke |
Landafrøði og veðurlag
Fyrisitingarliga økið á býnum fevnir um nærum 700 km². Býurin liggur umleið 1 700 metrar yvir havinum.
Nairobi liggur millum býirnir Kampala og Mombasa. Hann liggur nærindis tí Eysturafrikanska Rivudalinum (Great Rift Valley) og minni jarðskjálvtar henda av og á. Ngong Hills liggur móti vestri, Mount Kenya móti norði og Kilimanjaro í ein landssynning. Nairobiáin og hjááir renna gjøgnum landslutin. Parkir í býun eru m.a. Uhuruparkin, Central Park og Nairobi Arboretum.
Hæddarmunurin á umleið 1 700 metrar yvir havinum gevur Nairobi eitt lýtt veðurlag. Kvøldini kunnu gerast kølig, men aldri køld.
|
Gongdin í fólkatalinum
|
|
Hægstu skýskavarar í Nairobi
- Times Tower (140 metrar)
- Teleposta Towers (120 metrar)
- Kenyatta International Conference Centre (105 metrar)
- NSSF Building (103 metrar)
- I&M Bank Tower (99,1 metrar)
- Government Office Conference Hall (98 metrar)
- Provincial Headquarters (84,1 metrar)
- Cooperative Bank House (82,9 metrar)
- National Bank House (82 metrar)[2]
Keldur
- "Population Distribution by Political Units". knbs.or.ke. http://www.knbs.or.ke/index.php?option=com_phocadownload&view=category&download=583:volume-1b-population-distribution-by-political-units&id=109:population-and-housing-census-2009&Itemid=599. Heintað 2015-03-30.
- Skyscraperpage, heintað 7. januar 2016