Mykines
Mykines er vestasta oyggj í Føroyum, og har búgva 13 fólk. Mykines er við sínum umleið 11 km2 eyðkend við sínum ríka fuglalívi. Her heldur súlan til saman við ørgrynnu av lunda og øðrum fugli. Oyggin er fevnd av lívi og ljóði allan sólarringin. Millum Mykines og Vágar er Mykinesfjørður, og hólmurin er skildur frá oynni av Hólmgjógv, men millum hólmin og oynna er brúgv. "Súlan" siglir summarhálvuna. Um veturin er tað tyrlan, ið røkir farleiðina. Tyrlan flýgur hvønn mikudag, fríggjadag og sunnudag, alt árið við fólki og farmi.
Mykines | |
---|---|
Landafrøði | |
Vídd | 10,0 km² |
Vatn | 0,0 % |
Umsiting | |
Land | Føroyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 13 [1] (2014) |
Mykines er umleið 11 ferkilometrar til støddar og er tann oyggin, ið liggur longst vesturi í Føroyum. Á henni búgva umleið 10-15 fólk (2006), hóast har eru eini 40 hús. Ein skúli er á oynni, bygdur í 1894 og ein kirkja, bygd í 1879. Hóast fá fólk búgva á oynni, so koma nógv fólk har um summarið, og fyri 60 árum síðani búðu millum 160 og 180 fólk har. Har er nógvur fuglur og eisini ganga yvir 1000 seyðir har.
Mykines er eisini kend orsakað av málaranum Sámal Joensen-Mikines, ið man vera ein av teimum kendastu í Føroyum og verður oftani bara nevndur Mikines. Hann varð føddur í 1906, búði í Innistovu og í dag er verksmiða hansara eitt gistingarhús og eitur Kristianshús. Mikines hevur málað yvir 25 málningar, og eru teir sera eftirspurdir í Føroyum.
Søga
Fyrstu ferð navnið kemur fram er í miðalaldarbrævinum, "Skipan um tingfaratoll" frá umleið 1400. Í jarðar- og roknskaparbókunum frá 1584, sum eru skrivaðar á donskum, finna vit formin Myggennes. Navnið Mykines hevur verið nógv umrøtt millum granskarar. Ósemja er um, hvat navnið merkir.
Plantufrøðingurin Jóhannes Jóhansen vísir í sínum kanningum á, at menn eru byrjaðir at dyrka havra í Mykinesi umleið ár 650 – "menn" vil í hesum føri óiva siga keltar, serliga munkar og eremittar. Tað norrøna landnámið kom umleið 2 øldir seinni og er sermerkt við at dyrka bygg. Innanfyri hesar báðar øldir hava keltar búðsett seg í Føroyum, og hava millum annað lagt eftir seg staðarnøvn.
Mykines hevur – eins og hinar útoyggjarnar – verið fyri stórum broytingum. Tað mesta av fólkinum er flutt inn á fastlandið. Ein orsøk til hesa fráflyting er, at einki var at forvinna á útoyggjunum. Fyri at fáa eina fatan av, hvussu ógvislig hendan minking í fólkatali hevur verið innan fyri eitt stutt áramál, skulu nevnast nøkur íbúgvaratøl. Í 1925 búðu 179 fólk í Mykinesi, í 1979 vóru 35 fastbúgvandi og í 1999 búðu 7 fólk har versturi. Innanfyri 70 ár er fólkatalið minkað niður í nærum einki. Men eina ferð hevur ríkt felags- og bygdalív verið har – tað ber kirkja, skúli, dansistova og svimjihylur boð um.
Hin 26. september 1970 rendi eitt flogfar hjá Flogfelag Íslands við 34 fólkum umborð á fjallið Knúk. Flogskiparin, íslendingur, og 7 føroysk ferðafólk doyðu.[2][3][4][5][6]
Vinnuvegir
Vinnuliga virksemi í Mykinesi er landbúnaður, 3 kongsfestir eru. Hóast landbúnaðurin er ein uppløgd vinnugrein í Mykinesi, eru eisini serliga góðir møguleikar í einari komandi ferðavinnu. Mykines er væl umtókt ferðamál, bæði hjá føroyingum og útlendingum. Umleið 10.000 ferðafólk eru í Mykinesi um árið. Ferðafólkastreymurin til Mykinesar er vaksandi men verður hendan vinna málrættað og samskipað kann hon gerast inntøkugrundarlag bæði hjá íbúgvunum og hjá kommununi. Av øðrum virksemi er umsiting av strandferðsluni, posti, tyrlupalltænasta, SEV, o.l. Hartil er Kristianshús, sum veitur innivist og tænastur til vitjandi. Arbeitt verður í løtuni við at byggja gistingarhús, savn og atelier. Hetta er eitt tiltak, ið er málrættað ferðavinnuni. Mykines er á allan hátt eitt náttúruvakurt stað. Og serstakliga áhugaverd hjá ferðafólki at vitja. Tað er serliga Mykineshólmur við og súlunum og vitanum, eins og tað stóra og lætt atkomiliga lundalandið sum dregur. Náttúran er fjølbroytt og stórbar, fuglameingið er stórt eins og plantulívið. Bygdin er gomul og hevur eina ríka søgu. Alt umhvørvið ber boð um eina gamla sagnbundna oyggj, har fólkið hevur búleikast undir serliga óhøgligum korum.
Talið á ferðafólki til Mykinesar er meira enn tvífaldað tey seinastu fimm árini 2014-2019. Háárstíðin er frá mai til august, og í 2014 ferðaðust 12.500 fólk til Mykinesar. Í 2019 er talið hægri enn 29.000.[7]
Fólkatalsfrøði
Keldur
- http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/Hagtalsgrunnur/ibugvav_val/FOLKBYGDAR
- Sex Íslendingar meðal 34 um borð. Morgunblaðið, 219. tölublað (27. september 1970), síða 1
- Flugstjórínn var hættur við að lenda. Vísir, 220. tölublað (28. september 1970), síða 1
- Heyrði allt í einu ógurlega skruðninga. Morgunblaðið, 220. tölublað (29. september 1970), síða 1
- Átta létust í flugslysinu í Færeyjum. Tíminn, 219. tölublað (29.09.1970), síða 1
- Flugstjórinn og sjö farþegar létu lífið. Þjóðviljinn, 220. tölublað (29. september 1970), síða 1
- https://kvf.fo/greinar/2019/10/08/storur-vokstur-i-ferdafolkatalinum
Sí eisini
Ávísingar úteftir
- Heimasiða um Mykines og Kristianshús Archived 2006-04-24 at the Wayback Machine
- Staðarnøvn