Monako

Fúrstadømi Monako (franskt: Principauté de Monaco) ella bara Monako, er næstminsta landið í heiminum. Eisini er tað næsttættast bygda landið í heiminum; næst-fjølbygdasta landið í verðini er tað lítla fúrstadømið Monako. Tað er alt ein býur, sum síðan 1297 hevur verið eitt sjálvstøðugt ríki. Landið er einans 1,95 km2 til støddar, og har búgva uml. 35 000 fólk. Um fólkið í Føroyum skuldi búð líka tætt, so hevði tað svarað til, at øll 49 000 kundu búð í Stóru Dímun. Lítla ríkið Monako er á Miðjarðarhavsstrondini, tætt við italska vesturmarkið. Mitt inni í landinum er býurin Monte Carlo, kendur fyri sítt spælikasino og Grand Prix-kappkoyringina. Monako er frælst fúrstadømi, og síðan 1297 hevur Grimaldi-ættin stýrt landinum.

Fúrstadømi Monako
Principauté de Monaco [lower-alpha 1]
Flagg Coat of arms
Slagorð: "Deo Juvante" (Latín)
"Við Guds hjálp"
Tjóðsangur: Hymne Monégasque
Staðseting av  Monako  (green)í Europe  (dark grey)  –  [Frágreiðing]
Staðseting av  Monako  (green)

í Europe  (dark grey)   [Frágreiðing]

Staðseting av  Monako  (green)

í Europe  (dark grey)   [Frágreiðing]

HøvuðsstaðurMonaco[a][1][2]
43°43′N 7°25′E
Størsti Quartier Monte Carlo
Almenn mál Franskt[3]
Vanlig mál
Etniskir bólkar
  • Fraklendingar
  • monakobúgvar
  • fólk úr Italia
  • onglendingar
Átrúnaður Rómversk katólsk
Íbúgvanavn
  • Monégasque
  • Monaki/monakari
Stjórn Eindarríki, stýrisskipanar kongsríki
 -  Prinsur Albert II
 -  Forsetaráðharri Pierre Dartout
Lóggávuting Tjóðarting
Sjálvræði
 -  Húsið Grimaldi (undir harrdømi av Lýðveldinum Genova) 1297 
 -  frá Franska ríkinum 17. mai 1814 
 -  frá herseting av Sættu samgonguni 17. juni 1814 
 -  Franco-Monegasque avtalan 1861 
 -  Grundlóg 1911 
Øki
 -  Tilsamans 2,02 km2 (248.)
0,78 sq mi
 -  Vatn (%) negligible[4]
Fólkatal
 -  2014 meting 37,800[5] (217.)
 -  2008 fólkateljing 35,352[4]
 -  Tættleiki 18,713/km2 (1.)
48,462/sq mi
GDP (PPP) 2010[b] meting
 -  Tilsamans $3.000 billion[6][7] (156.)
 -  Fyri hvønn $78,700[6][7] (9.)
GDP (nominelt) 2010[b] meting
 -  Tilsamans $5.424 milliardir[6] (148.)
 -  Fyri hvønn $153,177[6] (1.)
Gjaldoyra Euro (€) (EUR)
Tíðarsona CET (UTC+1)
 -  Summar (DST) CEST (UTC+2)
Koyring í høgru síðu[8]
Telefonkota +377
Internet TLD .mc
a. ^ Monako er eitt býarríki. Tó er stjórnarumsitingin í Quartier í Monaco-Ville.
b. ^ GDP per íbúgva útrokningar fevna eisini um arbeiðarar úr Fraklandi og Italia, ið ikki eru fastbúgvandi.

Frá 1641-1817 var Monako saman við Fraklandi. Bara lítil partur av fólkinum er úr Monako; meiri enn helmingurin eru franskir borgarar. Lýggja veðurlagið í Monako og glæsiliga umdømi landsins draga túsundtals ferðafólk. Nógv ríkfólk flyta hagar at búgva, tí skatturin er lágur. Mong teirra hava stórar stuttleikabátar liggjandi fyri teymi í gomlu havnini. Monako er eisini altjóða handilsmiðdepil.

Myndasavn

Viðmerkingar

  1. Á øðrum málum í Monako:
    • Italskt: Principato di Monaco
    • Monako-málføri: Principatu de Múnegu
    • Oksitanskt: Principat de Mónegue

Keldur

  1. "United-Nations data, country profile". http://data.un.org/CountryProfile.aspx?crName=Monaco. Heintað 29 October 2013.
  2. "Constitution of Monaco (art. 78): The territory of the Principality forms a single commune.". http://en.gouv.mc/Government-Institutions/Institutions/Constitution-of-the-Principality#eztoc1036069_10. Heintað 29 October 2013.
  3. "Constitution de la Principauté". Council of Government. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 22 July 2011. https://web.archive.org/web/20110722170607/http://www.gouv.mc/devwww/wwwnew.nsf/1909$/036c62fe5f92f2efc1256f5b0054fa42gb?OpenDocument&3Gb. Heintað 22 May 2008.
  4. "Monaco en Chiffres". http://www.gouv.mc/devwww/wwwnew.nsf/e89a6190e96cbd1fc1256f7f005dbe6e/e1201ddb4e532285c125702a004775bc/$FILE/Pocket%202009.pdf. Heintað 2016-04-18., Principauté de Monaco. Retrieved 7 June 2010.
  5. "Population et emploi / IMSEE — Monaco IMSEE" (in fr). Imsee.mc. http://www.imsee.mc/Population-et-emploi. Heintað 6 September 2012.
  6. "National Accounts Main Aggregates Database". United Nations Statistics Division. http://unstats.un.org/unsd/snaama/selCountry.asp. Heintað 8 October 2012.
  7. "World Development Indicators". Heimsbankin. http://data.worldbank.org/data-catalog. Heintað 8 October 2012. Note: "PPP conversion factor, GDP (LCU per international $)" for France (0.8724) was used.
  8. "What side of the road do people drive on?". Whatsideoftheroad.com. http://whatsideoftheroad.com/. Heintað 28 May 2012.

Ávisingar úteftir

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.