Mina Reinert
Mina Reinert (fødd 30. september 1946 í Sørvági) er ein føroyskur rithøvundur, korrespondentur, lærari og ummælari.[1]
Hon bleiv studentur úr Hoydølum 1966, bleiv útbúgvin korrespondentur í enskum og týskum 1967, arbeiddi hjá ymsum donskum fyritøkum og las eisini franskt við Københavns Universitet. Flutti heim til Føroya í 1976 at arbeiða á Frímerkjadeild Postverks Føroya, har hon var til 1987. Síðani hevur hon útbúgvið seg og arbeitt sum lærari í enskum og informatiónsviðgerð á Føroya Handilsskúla. Mina hevur skrivað útvarpsleikir, sjónleikir, stuttsøgur og yrkingar, sum hon hevur útgivið í tíðarritunum Følv, Birting og Brá. Í 1996 kom krimiskaldsøgan Duldar leiðir, sum varð útgivin á Mentunargrunni Studentafelagsins.[2]
Útgivið
Krimiskaldsøgur
- 1996 - Duldar leiðir, Mentunargrunnur Studentafelagsins
Stuttsøgur
- Saltbússan (útgivin í Følv og Birting)[3]
- Skuggin (útgivin í Følv og Birting)
- Ketogan (útgivin í Følv og Birting)
- Speglini (útgivin í Brá)
- Útlagin (útgivin í Birting)
Sjónleikir
- 1987 - Stjørnubarnið (sjónleikur, frumframførdur í 1989 í Sjónleikarhúsinum og í Finnlandi)
- 1995 - Ozon (skrivaður og framførdur av ungfólki úr Sundalagnum í Eydnuni á Oyrarbakka, í Noregi og í Norðurlandahúsinum á ólavsøku 1995.)
Yrkingar
- Kavaflykran (útgivin í Følv og Birting)
- Orðið (útgivin í Brá)
- Til gleðina (útgivin í Brá)
Keldur
- Vencil.wordpress.com
- Ms.fo
- "Rit.fo (trýst á + við navnið á Minu Reinert)". http://www.rit.fo/support. Heintað 2013-11-16.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.