Millumtjóða eindarskipanin

Millumtjóða eindarskipanin, franskt Système International d'Unités, stytt SI, er tann mátieindarskipanin, sum verður brúkt í nærum øllum londum í heiminum.

SI-skipanin er frá 1960 og byggir á meturskipanina frá Meturkonventiónini frá 20. mai 1875, sum hevur verið ásett við lóg í Norðurlondum síðani aldarskiftið 1900. Meturskipanin er upprunaliga fronsk og varð fyrstu ferð ásett við lóg í Frankaríki tann 10. desember 1799.[1]

Síðani 1875 hava stovnarnir Conférence générale des poids et mesures (CGPM, luttakarar úr øllum limalondum, avgerðarrætt), Comité international des poids et mesures (CIPM, 18 valdir mátifrøðingar úr 18 londum, ráðgevar) og Bureau international des poids et mesures (BIPM, tænastustovnur) umsitið meturskipanina og seinni SI.[2]

Útbreiðsla

Lond eftir nær ið tey fóru at nýta metrisku skipanina
  ókent
       
  ikki samtykt

Í danska ríkinum varð meturskipanin samtykt við lóg[3] nr. 124 tann 4. mai 1907 og bleiv tann einasta lógliga 1. apríl 1916. Áðrenn tað høvdu fleiri onnur lond í Evropa samtykt skipanina, Noreg við lóg[4] longu 22. mai 1875 við gildi frá 1. juli 1882, Svøríki við lóg 22. november 1878 við gildi frá 1. januar 1889, og Finland við lóg 16. juli 1886 við gildi frá 1. januar 1892. Lógarverkið verður regluliga dagført, og nýggjasta danska kunngerðin[5] er er frá mai 2021.

Á myndini omanfyri til høgru sæst, nær ymisku londini hava tikið við meturskipanini ella SI sum høvuðsmátiskipan. Í Evropa er Bretland tað landið, har mest striltið hevur verið at fáa fólk at brúka SI-eindir. Men 1. januar 2010 kom EU-direktiv 80/181/EEC[6] í gildi, sum krevur, at SI verður brukt í øllum ES.

Nú eru bara heilt fá lond eftir, sum ikki alment brúka SI. Í Myanmar (Burma) og Liberia er SI ikki alment, men verður vanliga brúkt. Í USA og fyrrverandi hjálondunum Palau, Marshalloyggjar, Mikronesia og Samoa[7] gongur mest striltið. Metriska skipanin hevur verið loyvd í USA síðani 1866, men verður lítið brúkt hjá almenninginum.[8] Skipanin er tó spakuliga við at vinna inn á ymisk arbeiðsøki.[9][10]

Hóast vanligi amerikanarin ikki brúkar SI so nógv, so eru amerikanskir vísindamenn við í arbeiðinum at menna SI, og amerikanski stovnurin National Institute of Standards and Technology hevði ein týdningarmiklan leiklut í nýggjastu definitiónunum av SI-grundeindunum.[11]

SI-eindir

Grundeindir

StøddEind
HeitiTeknHeitiTeknOrðauppruni
longd, strekki, radius ...l, s, r...metur   mforngrikskt μέτρον, métron, mát
massi/nøgd  mkilogramm   kggrikskt χίλιοι, khilioi, túsund, og franskt gramme = 1/24 unsa, úr grikskum γράμμα, gramma, bræv
tíð  tsekund   slatínskt secunda, onnur (onnur minni býting av einum tíma við 60)
(fyrsta minni býting er 1 tími = 60 min, triðja minni býting í 1 sekund = 60 tertiur finst enn í t.d. polskum)
elektriskur streymur  Iampere   AAndré-Marie Ampère (1775-1836)
termodynamiskur temperaturur  Tkelvin   KWilliam Thomson, Kelvin lordur (1824-1907)
evnismongd  nmol   mollatínskt mole, nøgd
ljósstyrki  Ivcandela   cdlatínskt candela, kertiljós

Definitiónir

EindDefinitiónir (og frágreiðingar í klombrum)
FráOrðing
metur17931/10000000 av strekkinum millum norðpólin og ekvator eftir meridianini gjøgnum París.
19601650763,73 bylgjulongdir í vakum av elektromagnetisku geislingini frá 86Kr orsakað av skiftinum millum 2p10 og 5d5.
1983Longdin, sum ljós ferðast í tómrúminum í 1/299792458 sekund.
kilogramm 1793Eitt grav varð definerað sum massin av 1 litri av reinum, flótandi vatni við frystipunktið. Í 1795 varð 1 gramm = 1/1000 grav valt sum grundeind.


Og í 1799 varð 1 gramm umdefinerað sum massin av 1 ml av reinum vatni við 4°C.
 
1889Massin á millumtjóða kilogrammprototypuni (ein platin-iridium-sylindari hjá BIPM, Sèvres, París).
2019Plancks konstantur býttur við 6,62607015×10−34 m2/s.
sekund miðøld1/86400 av einum døgni.
19561/31556925,9747 av tropiska árinum 1900.
1967Tíðin fyri 9192631770 periodum av strálingini frá 133Cs-atominum, tá tað skiftir millum hyperfínstrukturarnar í grundstøðuni.
ampere 1881Støddin á einum jøvnum streymi, sum, tá hann rennur í einum sirkulboga við longdini 1 cm og radius 1 cm, skapar eitt magnetfelt, sum er 0,1 oersted í miðjuni á sirklinum.
1893Støddin á einum jøvnum streymi, sum, tá hann rennur gjøgnum eina silvurnitratupploysn, vil botnfella 1118 µg av silvuri um sekundið.
1946Støddin á einum jøvnum streymi, sum, tá hann rennur í tveimum parallellum, óendaliga longum og óendaliga tunnum leiðarum í vakum og 1 m millum teirra, ger, at leiðararnir ávirka hvønn annan við 2×10−7 N/m.
2019Elementarløðingin býtt við 1,602176634×10−19 s.
kelvin 1743Celsiusstigin verður fastlagdur við, at frystipunktið á vatni er 0°C og kókipunktið 100°C við 1 atm.
(Árið fyri hevði Anders Celsius gjørt ein stiga, har vatn frystir við 100 stig og kókar við 0 stig).
1848(William Thomson almannakunger, at absolutta nullpunktið fyri temperatur er við -273°C).
1954Kelvinstigin verður fastlagdur við, at trípunktið hjá vatni er 273,16°K. "Stig Kelvin" [°K] varð í 1967 broytt til "kelvin" [K].
19671/273,16 av termodynamiska temperaturinum, sum trípunktið hjá vatni við isotopsamansetingini hjá VSMOW hevur.
2019Boltzmanns konstantur býttur við 1,380649×10−23 J/K.
mol 1893Ein mongd av einum evni, sum vigar líka nógv gramm sum eitt mýl av evninum vigar í atommassaeindum.
(Í 1900 verður funnið fram til, at 1 mol er áleið 6,1×1023 elementareindir.)
1967Ein mongd líka stór sum talið av atomum í 12 g av 12C.
20196,02214076×1023 elementareindir.
candela 1946Luminansurin frá einum likami við smeltitemperaturin hjá platin er 60 cd/cm2.
1979Ljósstyrkin í ein rætning frá eini ljóskeldu, sum sendir út monokromatiskt ljós við frekvensinum 540 THz og styrkini 1/683 W/sr í henda rætningin.

SI og náttúrukonstantar

Tær sjey grundeindirnar í SI-skipanini, K, s, m, kg, cd, mol og A, og teir sjey náttúrukonstantararnir, sum tær eru defineraðar útfrá.

Síðani 20. mai 2019 eru allar tær 7 grundeindirnar (og harvið allar SI-eindir) defineraðar út frá 7 náttúrukonstantum. Tað hevur millum annað við sær, at hesir 7 konstantarnir hava eksakt tey virðini, sum standa í talvuni niðanfyri.

KonstanturEksakt virðiSíðani
ΔνCsGeislingarfrekvensur frá 133Cs-atomi9192631770 Hz1967
KcdFotometriskur konstantur við 540THz683 lm/W1979
c0Ljósferðin í tóma rúminum299792458 m/s1983
hPlancks konstantur6,62607015×10−34 J·s2019
eElementarløðingin1,602176634×10−19 C2019
kBBoltzmanns konstantur1,380649×10−23 J/K2019
NAAvogadros konstantur6,02214076×1023 mol−12019

Avleiddar eindir

Symbolini fyri støddunum eru frá Dansk Standard. Tey eru ikki partar av tilráðingini frá BIPM, men eru rættiliga vanlig at brúka.

StøddEind
HeitiTeknHeitiTeknSamanseting
(grundeindir)
Samanseting
(ymsar SI-eindir)
Orðauppruni
vinkulradian   radm/mlatínskt radius, strála
rúmvinkulsteradian   srm2/m2grikskt στερεός, stereos, rúmligt, og latínskt radius, strála
frekvensur, títtleiki   fhertz   Hzs−1Heinrich Rudolf Hertz (1857 -1894)
kraft   Fnewton   Nkg m s−2sir Isaac Newton (1642-1726/7)
orkajoule   Jkg m2 s−2N mJames Prescott Joule (1818-1889)
effekt, orkustreymur, máttur   Pwatt   Wkg m2 s−3J/s = V AJames Watt (1736-1819)
trýst   ppascal   Pakg m−1 s−2N/m2Blaise Pascal (1623-1662)
ljósstreymur   Φlumen   lmcd srlatínskt lumen, ljós ella op
belýsningsstyrki, lýsing   Elux   lxcd sr m−2lm/m2latínskt lux, ljós
elektrisk løðing   Qcoulomb   CA sCharles-Augustin de Coulomb (1736-1806)
elektriskt potensiali   Uvolt   Vkg m2 A−1 s−3J/C = W/AAlessandro G.A.A. Volta (1745-1827)
resistansur, elektrisk mótstøða   Rohm   Ωkg m2 A−2 s−3V/AGeorg Simon Ohm (1789-1854)
kapasitansur   Cfarad   FA2 s4 kg−1 m−2Ω−1 s = As/VMichael Faraday (1791-1867)
magnetiskt fluks   Φweber   Wbkg m2 s−2 A−1Wilhelm Eduard Weber (1804-1891)
magnetiskur flukstættleiki   Btesla   Tkg s−2 A−1Wb/m2Nikola Tesla (Никола Тесла, 1856-1943)
induktansur   Lhenry   Hkg m2 A−2 s−2Ω sJoseph Henry (1797-1878)
konduktansur, elektrisk leiðing   Gsiemens   Skg−1 m−2 A2 s3Ω−1Ernst Werner von Siemens (1816-1892)
termodynamiskur temperatururstig Celsius   °CK - 273,15Anders Celsius (1701-1744)
aktiviteturbecquerel   Bqs−1Antoine Henri Becquerel (1852-1908)
absorberað strálingsdosa
(av ioniserandi stráling)
gray   Gym2 s−2J/kgLouis Harold Gray (1905-1965)
ekvivalentdosa
(av ioniserandi stráling)
sievert   Svm2 s−2J/kgRolf Maximilian Sievert (1896-1966)
katalytiskur aktiviteturkatal   katmol s−1mol/skatalytiskur aktivitetur

Samansettar eindir

Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.

Strekkið frá ekvator til norðpólin gjøgnum París skuldi eftir ætlan vera eksakt 10000000 m.
StøddEind
HeitiTeknSamanseting
(grundeindir)
Samanseting
(ymsar SI-eindir)
Areal   A   m2
rúmd   V   m3
ferð   v   m/s
akseleratión   a   m/s2   N/kg
densitetur   ϱ   kg/m3
massakonsentratión   ϱ, γ   kg/m3
víddardensitetur   ϱA   kg/m2
elektrisk feltstyrki   E   kg m A−1 s−3   N/C = V/m
luminansur   L   cd/m2

SI-prefiks

Høvuðsgrein: SI-prefiks; sí eisini binert prefiks.

Hevur ein brúk fyri størri ella minni eindum enn omanfyri nevndu, kann ein altíð gera nýggjar eindir við at seta eitt prefiks framman fyri SI-eindina. T.d. er eitt mannahár áleið 0,00008 metrar = 80×10−6 metrar = 80 mikrometrar og miðalradius á jørðini 6371×103 metrar = 6371 kilometrar.

PrefiksTal
HeitiTeknHeiti1000m10nDesimaltal
quetta    Qkvintillión10001010301000000000000000000000000000000
ronna    RKvadrilliard1000910271000000000000000000000000000
jotta/yotta    Ykvadrillión1000810241000000000000000000000000
setta/zetta    Ztrilliard1000710211000000000000000000000
eksa/exa    Etrillión1000610181000000000000000000
peta    Pbilliard1000510151000000000000000
tera    Tbillión1000410121000000000000
giga    Gmilliard100031091000000000
mega    Mmillión100021061000000
kilo    ktúsund100011031000
hekto    hhundrað100023102100
deka    datíggju10001310110
ein/eitt100001001
desi/deci    dtíggjundapartur10001310-10,1
senti/centi    chundradapartur10002310-20,01
milli    mtúsundapartur1000-110−30,001
mikro    µmillióntapartur1000-210−60,000001
nano    nmilliardtapartur1000-310−90,000000001
piko    pbillióntapartur1000-410−120,000000000001
femto    fbilliardtapartur1000-510−150,000000000000001
atto    atrillióntapartur1000-610−180,000000000000000001
septo/zepto    ztrilliardtapartur1000-710−210,000000000000000000001
jokto/yokto    ykvadrillióntapartur1000-810−240,000000000000000000000001
ronto    rkvadrilliardtapartur1000-910−270,000000000000000000000000001
quecto    qkvintillióntapartur1000-1010−300,000000000000000000000000000001

Prefiksini, sum ikki eru heil fald av 1000, t.v.s. "hekto", "deka", "desi" og "senti", eru avmarkað til nøkur fá endamál. Loyvt er at skriva 1013 hPa um lufttrýstið 101300 Pa. Harafturímóti eigur ein ikki at skriva 101,3 hV um spenningin 10130 V, men t.d. 10,13 kV.

Skrivihættir

SI-eindir verða annahvørt skrivaðar fult út við lítlum bókstavum ella við teknum (eisini nevnt symbolinum) uttan styttingarpunktum. Teknið kann vera ein, tveir ella tríggir bókstavir, teir seinnu altíð lítlir. Teknið er við stórum, um eindin er uppkallað eftir einum persóni. Millum tal og eind er millumrúm, møguligt prefiks verður skrivað framman fyri eind uttan millumrúm; øll verða skrivað við loddrættari skrift. Hevur talið fimm ella fleiri siffur, skulu sifrini bólkast, so allir uttan møguliga fyrsti bólkurin hava trý siffur; bólkarnir verða skildir við lítlum millumrúmi. Legg til merkis, at tað ikki longur er loyvt at skilja bólkarnar við punktum ella komma.[12] Støddir verða skrivaðar við skráskrift.

Dømi um skrivihættir
Rættir skrivimátarSkeivir skrivimátar
p = 101325 Pap = 101325 pascalp = 101,325 kPap = 101,325 kilopascalp = 101325 Pap = 101325 Pa101.325 pa101,325 Kpa101325 Pascal
s = 1,23456 ms = 1,23456 meturs = 1234,56 mms = 1234,56 millimetrars = 1,23456 ms = 1,23456 m1,23456 M1.234,56 MM1,23456 Metur
Umax = 10800 VUmax = 10800 voltUmax = 10,80 kVUmax = 10,80 kilovoltU = 10800 VmaxUmax = 10,80 KV10,80 Kv10,80 Kilovolt10,80 kilo-volt

Prefiksið er sterkari bundið til eindina enn eksponentur, tað vil til dømis siga, at 1 km2 = (1000 m)2 = 1000000 m2, og at 1 km3 = (1000 m)3 = 1000000000 m3.

Eindir og prefiks kunnu hava stavseting, sum er tillagað stavsetingini í landinum. Hinvegin má Teknið ikki broytast. T.d. er "k" einasta loyvda teknið fyri "kilo" í øllum londum, sum brúka SI, men "kilo" verður skrivað "chilo" á italskum, "quilo" á portugisiskum, "kîlo" á kurdiskum, "кило" á russiskum og "χιλιο" á grikskum.

Loyvdar ikki-SI-eindir

Alment hevur CGPM gjøgnum BIPM góðkent hesar ikki-SI-eindir[13], summar til nýtslu innanfyri serlig øki. Eingi standardiserað symbol eru fyri sjómíl og knobb, men vanligar styttingar eru M, NM, Nm og nmi fyri sjómíl og kn fyri knobb.
Legg til merkis, at ppm (parts per million) er loyvd eind, meðan BIPM mælir frá at brúka ppb (parts per billion), tí billión hevur ymiska merking í ymiskum londum.
Í talvuni eru nakrir fáir vanliga brúktir náttúrukonstantar, men til serlig endamál er tað sum heild loyvt at geva støddir upp í mun til náttúrukonstantar, t.d. at ein massi er tríggjar ferðir elektrónmassan m = 3 me ella ein ferð 90% av ljósferðini í tómrúminum v = 0,9 c0.

Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.

StøddEind
HeitiHeitiTeknUmrokning
vinkulstig°1° = π/180 rad
bogaminuttur'1' = (1/60)° = π/10 800 rad
bogasekund''1'' = (1/60)' = π/648000 rad
tíðminutturmin1 min = 60 s
tímih1 h = 60 min = 3600 s
døgnd1 d = 24 h = 86400 s
longd, strekkiastronomisk eindau1 au = 149597870700 m
víddhektariha1 ha = 104 m2
rúmdliturL, l1 L = 10-3 m3
massi/nøgdunit, daltonu, Da1 u = 1 Da = 1,660538922×10-27 kg
tonst1 t = 103 kg
elektrisk løðingelementarløðingee = 1,602176565×10-19 C
lutfalleindirpu
prosent%100% = 1
promilla1000‰ = 1
millióntaparturppm1000000ppm = 1
BelBLF = 2 log(F/F0) B1 B = 10 dB = ln(10)/2 Np
LP = log(P/P0) B
NeperNpLF = ln(F/F0) Np1 Np = 100 cNp
LP = 1/2 ln(P/P0) Np

Referansur

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.