Metusalem
Metusalem er krimisøga eftur Jógvan Isaksen um tann gravandi blaðmannin Hannis Martinsson. Hon er útgivin í 2008.
Samandráttur
Vælumtókti føroyski detektivurin Hannis Martinsson er aftur á ferð í krimibókini "Metusalem"
Heitið á bókini sipar til eina beinagrind, sum verður funnin í Hoyvíkstjørn. Menn meta leivdirnar at vera um túsund ára gamlar, men ein sandingur sigur, at beinagrindin er av beiggja sínum, sum hvarv í 1961.
Ein gátufør beinagrind er hesuferð orsøkin til, at detektivurin Hannis Martinsson verður fløktur inn í eitt óhugnaligt mál. Frá hesum degi verður Hannis Martinsson fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran »Red Crusader« og hernaðarstøðina í Mjørkadali.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.