Maryland
Staturin Maryland (enskt: State of Maryland) er ein lutstatur har eysturi í USA og hevur mark við District of Columbia, Pennsylvania, Delaware, Virginia og West Virginia. Maryland hevur umleið 5,9 mió. íbúgvum. Eyknevni er Hin frælsi staturin (enskt: The Free State). Í 1788 bleiv Maryland stakríki í USA. Marylands flagg var eitt hitt fyrsta í USA.[1] Flaggið er eyðkent við sínum ólík sniði og reinu linjum.
Flagg | Skjaldarmerki |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt (de facto) |
Høvuðsstaður: | Annapolis |
Størsti býur: | Baltimore |
Innlimað: | 28. apríl 1788 |
Guvernørur: | Larry Hogan (R) |
Vídd: | 32 133 km² |
Íbúgvar (2013): | 5,884,563 |
fyri km²: | 230/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.maryland.gov |
Søga
Politikkur
Deyðarevsing
Sum tann 18. staturin í USA hevur Maryland í apríl 2013 gjørt av at strika deyðarevsingina. Frameftir verður lívlangt fongsul uttan rætt til royndarleyslating tann harðasta revsing, sum fólk kunnu fáa har, og avgerðin ber í sær, at fimm deyðadømdir fangar fáa dómin broyttan. Maryland hevur havt deyðarevsing líka síðani 1683, tá økið var bretskt hjáland, men dómsvaldið hevur ikki brúkt revsingina síðani 2005. Guvernørurin í Maryland, demokraturin Martin O'Malley, hevur verið íðin talsmaður fyri at seta deyðarevsingina úr gildi.
Landafrøði
Í norðri hevur Maryland mark við Pennsylvania, í eystri við Delaware, í suðri við Virginia, og í vestri við West Virginia. Høvuðsstaðurin eitur Annapolis og størsti býurin er Baltimore. Baltimore er stórur havnabýur; haðani varð fyrr nógv kol útflutt til Evropa. Út fyri Annapolis í Marylandi er ein oyggj, Kent Island (81.9 km2). Hon er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í Marylandi. Nógvar aðrar stórar oyggjar eru, t.d. Bloodsworth Island (64,7 km2), Smith Island (23,8 km2), Deal Island (13,9 km2), Taylors Island (10,78 km2), Tilghman Island (7,4 km2), Assateague Island (partvís í Virginia), Poplar Island, Tangier Island, Hooper's Island, v.f.