Marius Johannesen

Marius Theophilus Johannesen róptur Marius á Háskúlanum (5. mars 1905 í Funningi - 16. juli 1986 í Tórshavn) var ein føroyskur lærari, politikari, rithøvundur og ritstjóri. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var í fýra ár sjómaður, til hann í 1923 fór á læraraskúla í Havn, har hann tók prógv í 1926. Sama ár varð hann settur í starv við skúlarnar í Mikladali og á Trøllanesi, her starvaðist hann, til hann í 1953 varð settur sum fyristøðumaður á Føroya fólkaháskúla, eitt starv hann røkti, til hann vegna aldur og við eftirløn legði frá sær í 1970.

Marius Johannesen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 5. mar 1905 í/á Funningur
Andaðist 16. jul 1986 í/á Tórshavn
Alma mater Føroya Læraraskúli
Starv politikari, head teacher, lærari, contributing editor, rithøvundur, høvundur
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri
Dátuheiti

Marius hevur røkt mong álitisstørv innan føroyska skúlaverkið, formaður Føroya Lærarafelags var hann 1942-1953 og seinni aftur stjórnarlimur eitt skifti, blaðstjóri á Skúlablaðnum 1942-1967. Hann hevur eisini tikið lut í politikki sum løgtingsvalda umboð Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymoy tey bæði valskeiðini 1958-1966 og sum blaðstjóri á Tingakrossi drúgt áramál.

Marius hevur sjálvur skrivað og eisini lagt til rættis hóp av bókaútgávum: Føroyska fólkaskúlanum skrivaði hann lærubøkurnar "Skrivligt føroyskt 4-5. skúlaár", 1952, og "6.-7. skúlaár", 1954. Hann hevur skrivað barnabókina "Nósi kjósagrái", 1975, "Jólabókina" 1975, "Eitt sindur um Kalsoynna", 1976, "Megnarmenn og -kvinnur", 1979, "Føroysk barnaspøl", 1979.

Størv og álitisstørv

Útgivið

  • 1952 - "Skrivligt føroyskt 4-5. skúlaár"
  • 1954 - Skrivligt føroyskt 6.-7. skúlaár
  • 1974 - Matur og matgerð (saman við Óluvu Skaale)
  • 1975 - Nósi kjósagrái
  • 1976 - Lærarafólk í Føroyum 1870-1976 (2.útg.)
  • 1976 - Eitt sindur um Kalsoynna
  • 1979 - Føroysk barnaspøl
  • 1979 - Megnarmenn og -kvinnur

Heiðurslønir

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.