Manaus

Manaus (portugisiskt: Manaus) er ein býur í Brasil. Í kommununi búgva 1.982.179 íbúgvar,[1] meðan fólkatalið í stórbýarøkinum er 2,316,173 (2013). Býurin liggur í Norðurbrasil við staðið har ið áirnar Negro og Solimões renna saman. Manaus er høvuðsstaður í lutstatinum Amazonas og er eisini fólkaríkasti býur í statinum.

Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Manaus Kort av Manaus
Grunddáta
Land: Brasil
Lutstatur: Amazonas
Vídd:11.401,058 km²
Íbúgvar (2013):1.982.179
fyri km²:173,86/km²
Heimasíða:Almenn heimasíða

Býurin varð settur á stovn í 1669 sum ein skansi, Fort of São José do Rio Negro.[2] Skansin gjørdist býur (town) í 1832 við navninum "Manaus", sum merkir "móðir gudanna" hetta til æru fyri upprunafólkinum Manaós, og varð formliga gjørdur til ein stórbý (city) hin 24. oktober 1848 við navninum Cidade da Barra do Rio Negro, Portugisiskt fyri "Býurin við markið á Svørtu Ánni". 4. september 1856 fekk býurin aftur verandi navnið Manaus.[3]

Manaus hevur eitt vakurt operahús, sum varð bygt í tíðini, tá býurin var miðdepil fyri gummiframleiðslu. Nógv verður útflutt úr Manaus, eitt nú nøtir, gummi, timbur, krokodilluskinn og kakao. Býurin hevur ein altjóða flogvøll, Eduardo Gomes. Fyri at fáa útlendskar fyritøkur at koma til býurin virkar býurin sum eitt fríhandilsøki.

Býurin verður ein av vertsbýunum til heimsmeistaraskapin í fótbólti, har Brasil er vertstjóð.[4]

Gongdin í fólkatalinum

ØkiVídd (km²)Fólkatalið 1. august 2000Fólkatalið 1. august 2010
Stórbýarregión127 121,661 725 5362 210 647
Kommuna11 401,061 405 8351 802 014
Miðbýur229,501 396 7681 792 881

Keldur

  1. "Estimativa Populacional 2013". Instituto Brasileiro de Geografia e Estatística (IBGE). 1º de julho de 2013. ftp://ftp.ibge.gov.br/Estimativas_de_Populacao/Estimativas_2013/estimativa_2013_dou.pdf. Heintað 29 de agosto de 2012.
  2. Foundation of Manaus
  3. "About Manaus". http://www.ywamcity.org/city.asp?id=86. Heintað 2013-09-09.
  4. FIFA 2014 Host Cities and Venues
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.