Magnus Dam Jacobsen

Magnus Dam Jacobsen (6. juli 1935 í Havn - 21. august 1978 í Keypmannahavn) var fiskimaður, prentari og rithøvundur. Magnus Dam Jacobsen varð føddur og vaks upp í Havn. Hann fór 14 ára gamal til skips, seinni fór hann í prentaralæru í Havn og tók sveinaprógv í Danmark. Hann starvaðist sum prentari. Magnus skrivaði yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Hann skrivaði um lívið á landi og á sjógvi, hann lýsti kenslulívið og sambandið millum menniskju, hann skrivaði um samfelagið og tey, ið høvdu ilt við at fóta sær í lívinum. Málsliga legði hann seg eftir at skriva so nær talumálinum, sum til bar.

Útgivið

  • 1975 - 17 yrkingar.
  • 1976 - Í Grønlandi við Kongshavn. Heilsan frá einum proletari.
  • 1977 - Skitsur - býurin og stórbýurin (skaldsøga).
  • 1982 - Gleðilig jól (yrkingasavn).
  • 1988 - Handan fyri havið - býurin og bygdin (skaldsøga).
  • 1985 - Seinasta útróðrarferðin og onnur brot (stuttsøgu savn).
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.