Magni Arge
Magni Arge (føddur 15. desember 1959 í Tórshavn) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (Tjóðveldi).
![](../I/Bill_Clinton_and_Magni_Arge.jpg.webp)
Magni Arge er sonur Niels Juel Arge, ið var útvaprsstjóri og rithøvundur, og bróðir journalistin og politikaran Jógvan Arge og farbróðir tónleikaran Una Arge. Hann er exam.art. í føroyskum og norðurlendskum málum og bókmentum frá Fróðskaparseturi Føroya frá 1985 og BA í stjórnarfrøði frá Aarhus Universiteti frá 1987. Hann hevur eisini lisið journalistikk á Danmarks Journalisthøjskole í 1987.[1]
Magni Arge var stjóri í Apple- og Canon-útbýtaranum T-Mac 1990–1993, formaður í Ferðaráð Føroya 1993–1996 og stjóri í Atlantic Airways 1995–2013. Arge hevur verið nevndarformaður í Oljuvinnufelagnum síðani 1993, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag 1997–2014 og nevndarformaður í Lundin Software síðani 2014.[1]
Magni Arge hevur verið 1. varalimur hjá Tjóðveldi til danska Fólkatingið síðan 18. juni 2015, eftir at hann fekk 1 082 persónligar atkvøður á fólkatingsvalinum. Tjóðveldi hevur tann politikk, at um flokkurin fær annan limin valdan í Fólkatingið, og hesin eisini hevur sæti í Løgtinginum, so má viðkomandi velja annan sessin frá. Høgni Hoydal, ið vann fólkatingssessin í 2015, boðaði frá, at hann fór at søkja um farloyvi frá Fólkatinginum, so hann kundi hugsavna seg um valkampin til løgtingsvalið, ið skuldi vera í seinasta lagi 28. oktober 2015. Magni Arge tekur sæti í Fólkatinginum, meðan Høgni er í farloyvi.[2]
Hann varð kosin «Ársins leiðari» av Synergi í 2005.[1][3] Hann er umrøddur í Who's Who in the World og Kraks Blå Bog, ávikavist tí amerikonsku og donsku útgávuni av Hvem er Hvem?.[1]
Hann hevur verið italskur konsulur í Føroyum síðan 2008.[1][4]
Á fólkatingsvalinum 2015 fekk hann næstflestar atkvøður á listanum hjá Tjóðveldi, ið fekk tað eina av tveimum umboðum valt. Høgni Hoydal, ið varð valdur, fór í farloyvi í juli 2015, og tá tók Magni við sum fólkatingslimur.
Keldur
- "Profilurin hjá Magna Arges" (in english). LinkedIn. http://www.linkedin.com/pub/magni-arge/7/625/269.
- "Nyvalgt folketingsmedlem søger orlov" (in danish). TV 2. 22. juni 2015. http://politik.tv2.dk/valg2015/2015-06-22-nyvalgt-folketingsmedlem-soeger-orlov. Heintað 2015-06-24.
- "Ársins Leiðarar". Synergi. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-02-19. https://web.archive.org/web/20070219131700/http://www.synergi.fo/ymiskt/arsins_leidarar.htm. Heintað 2015-06-24.
- "Útlendsk umboðan í Føroyum". Løgmansskrivstovan. http://www.lms.fo/arbeidsoki/uttanrikisvidurskifti/utlendsk-umbodan-i-foroyum/.