Madrid

Madrid er høvuðsstaður Spaniu, og hevur umleið 3,2 mió. íbúgvar (2005). Madrid er størsti býur í Spania, um upplandið verður talt við, kemur fólkatalið upp á 6 milliónir og gerst býurin harvið triðstørsti býur í ES, næst eftir London og Paris. Madrid gjørdist høvuðsstaður í Spania, tí Filipi kongi 2. dámdi so væl veðurlagið har, eisini helt hann býin liggja væl fyri, mitt í landinum. Nú búgva 3,2 milliónir fólk í býnum, og hann er fíggjarmiðdepil og stjórnarbýur landsins. Madrid er miðskeiðis í landinum á Kastilla-háslætta í 640 metra hædd. Í býnum eru stjórnarhúsini og kongsborgin, Escorial. Hann er nú mikil ídnaðar- og handilsbýur. Gamli og vakri miðbýurin verður nevndur Plaza del Sol.

Skjøldur Kort
Grunddáta
Land:Spania Spania
Vídd:606 km2
Íbúgvar (2013):3,207,247
fyri km²:5,198/km2
Postnummur:28001-28080
Heimasíða:www.munimadrid.es

Madrid, høvuðsstaðurin í Spaniu, stendur uppi á háslættanum sunnan fyri fjøllini. Býurin stendur á sera turrum lendi 600 m oman fyri sjóvarmálan. Tað hevur verið stríggið at fáa býnum vatn; men nú hava teir lagt vatnveitingar oman úr fjøllunum og soleiðis fingið vatn til nýtslu í húsarhaldinum og eisini til gosvøtnini og teir nógvu grasagarðarnar, sum eru í býnum. Sum allir suðurlendskir býur er Madrid oyðin við fólk, tá ið heitast er mitt um dagin, tí tá er alt fólkið innandura og hvílir. Men svalligari er á morgni og kvøldi. Hvørt kvøld yður av fólki á geilunum; summi spáka, summi sita og práta á gongubreytum og geilarhornum, meðan onnur spæla onkran streingjaleik.

Í Madrid er ein stórur leikvøllur ella arena, sum spaniumenn siga, ið tekur 14.000 fólk og eitur Plaza de Toros (føroyskt: Tarvagarðurin). Í Tarvagarðinum eru teir stóru tarva-bardagarnir, sum spaniumonnum dámar so væl at síggja.

Úr Madrid ganga jarnbreytir út um alt landið.

Ítróttur

Madrid er heimbýur hjá Real Madrid, sum er ein av kendastu fótbóltsfeløgum í heiminum og sambært FIFA er felagið eisini heimsins mest vinnandi í 20. øld. Real Madrid spælir á Estadio Santiago Bernabéu. Atlético de Madrid hevur eisini sín heimstað í Madrid. Býurin var vertsbýur fyri finaluna í HM í fótbólti 1982.

Í býnum eru eisini tvey kurvbóltslið Asociación de Clubs de Baloncesto (ACB league) og Circuito Permanente del Jarama), ein motorsportvøllur, sum fyrr hevur veriðvertur fyri tað Spanska formel 1 Grand Prix'ið.

Súkklukappingin Spania Runt endar í Madrid á sama hátt sum Tour de France endar í París.

Tað er møguligt at íðka skí ítrótt í Sierra de Guadarrama fjøllunum, sum eru tætt við býin, har liggja skístøðini Valdesquí og Navacerrada.

Hygg eisini at

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.