Luton Town F.C.
Luton Town Football Club er eitt fótbóltsfelag heimahoyrandi í enska býnum Luton í Bedfordshire.
![](../I/Luton_Town_FC_-_geograph.org.uk_-_1407783.jpg.webp)
Kenilworth Road Stadium í Luton.
Felagið varð sett á stovn í 1885 og varð valt inn í The Football League í 1897. Besta liðið, við kelinavninum "The Hatters", spælir sínar heimadystir á Kenilworth Road Stadium í Luton. Venjarin hjá besta liðinum er Rob Edwards.
Luton Town spælir í 2023–24 sesongini fyri fyrstu ferð í Premier League, ið er hægsta fótbóltsdeildin í enskum fótbólti. Besta liðið flutti upp úr Football League Championship 2022–23.[1]
Býurin Luton liggur uml. 50 kilometrar norðan fyri London.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.