Ludvík á Brekku
Ludvík á Brekku (føddur Breckmann í 1985) er ein føroyskur listamaður, rithøvundur og tónleikari.[1] Hann hevur útgivið tvey yrkingasøvn og hevur myndprýtt fleiri bøkur. Hann var formaður í Rithøvundafelag Føroya eitt stutt skifti í 2015. Hann hevur lisið til lærara í Havn og tók farloyvi eitt ár, fyri at taka listarliga útbúgving á listaháskúla í Danmark, har hann var liðugur í 2014. Hann hevur seinni gingið á Listaháskóla Islands frá 2015. Í 2014 hevði hann listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hann er bróðir yrkjaran Sissal Kampmann, og hevur hann myndprýtt yrkingasøvn hennara.[2] Saman við Brynjolfur á Heygum og Rúni Christiansen stovnaði hann tónleikabólkin Side Effect, ið luttók á Prix Føroyar, teir góvu eina útgávu út í 2006.[3]
Ludvík á Brekku | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 1985 |
Starv | høvundur |
Dátuheiti |
Bókaútgávur
Yrkingar
- 2009 - Svartir svanar, egið forlag,[4] ISBN 978-99918-3-297-5
- 2008 - Sálarføði, egið forlag, ISBN 978-99918-3-247-0
Tónleikaútgávur
Við Side Effect
- 2006 - Side Effect
Keldur
- LISTAFRAMSÝNING - LUDVÍK Á BREKKU, gamlaseglhusid.fo
- listinblog.blogspot.com - Keyp føroyskt, keyp Endurtøkur!
- kvf.fo - Ludvík Breckmann: – Eg havi altíð verið ein kreativ sál, 7. apríl 2011
- bokhandil.fo - Ludvík Breckmann
- kvf.fo - Havi ment meg nógv sum listafólk
- Listaframsýning á Býarbókasavninum, 2013
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.