Loretta Lynn

Loretta Lynn (14. apríl 1932 4. oktober 2022) var ein amerikanskur country-sangari, sangskrivari og rithøvundur úr Butcher Hollow, Kentucky, USA. Hon seldi yvir 45 milliónir eintøk á teimum 42 útgávunum, ið hon útgav.[1] Millum hennara kendastu sangir eru "Don't Come Home A' Drinkin'", "One's On The Way", "Fist City", "Coal Miner's Daughter" og "You Ain't Woman Enough To Take My Man".

Føðistaðurin hjá Lorettu Lynn í Appalakkufjøllum í Kentucky.
Loretta Lynn
Loretta Lynn, 2016.
Bakgrundskunning
Føðinavn Loretta Webb
Eisini kend/ur sum The Coal Miner's Daughter
The First Lady of Country Music
The Decca Doll
The Queen of Country Music
Fødd/ur (1932-04-14) 14. apríl 1932
Butcher Hollow, Kentucky, USA
Andaðist 4. oktober 2022(2022-10-04) (aldur 90)
Hurricane Mills, Tennessee, USA
Sjangrur Country, honky-tonk, gospel
Størv Songkvinna-sangskrivari, rithøvundur, sjónleikari
Ljóðføri Songur, gittari
Ár virkin 1960–2022
Plátufeløg Zero, Decca, MCA, Columbia, Audium, Interscope, Legacy
Luttøka við øðrum Crystal Gayle, The Lynns, Peggy Sue, Ernest Tubb, Conway Twitty, Jack White, The Wilburn Brothers
Heimasíða www.lorettalynn.com

Hon var dóttir Melvin "Ted" Webb (1906–1959) og Clara Marie (Ramey) Webb (1912–1981). Mamma hennara var av skotskum/írskum og cherokesiskum uppruna. Pápin arbeiddi í kolanámi. Loretta bleiv gift longu sum 15-ára gomul við Oliver Vanetta Lynn, Jr. (1926–1996), vanliga nevndu "Doo".[2] Bert 18 ára gomul átti hon sítt triðja barn. Tá Loretta fylti 21 ár, gav maðurin henni ein Harmony guitar, sum kostaði $17.00 í føðingardagsgávu.

Loretta Lynn í 1975

Hon lærdi seg sjálva at spæla guitar, og tá hon var 24 ára gomul eggjaði maður hennara henni til at gera nakað meira við tónleikin og gerast sangari. Hon byrjaði so at syngja á Delta Grange Hall í Washington State saman við orkestrinum hjá the Pen Brothers og hjá The Westerners, og tá ein tíð var fráliðin innspældi hon sína fyrstu plátu í februar 1960. Hon gjørdist partur av country-tónleikapallinum í Nashville í 1960-árunum, og í 1967 kom hennara fyrsta av 16 løgum sum nummar eitt á hittlistum. Hon skrivaði ein best-seljara ævisøgu, sum bleiv filmatiserað til Academy Award (Oscar) vinnandi filmin, Coal Miner's Daughter, við Sissy Spacek og Tommy Lee Jones í 1980.

Loretta Lynn í 2005.

Hon stuðlaði George W. Bush (R) í 2000.[3]

Amerikanska sangarinnan Crystal Gayle er lítlasystir hjá Lorettu Lynn.

Útgávur

ÁrFløgu[4] U.S. Country U.S. 200
1963Loretta Lynn Sings2
1964Before I'm Over You11
1965Songs From My Heart8
1965Mr. And Mrs. Used To Be (duet fløgu við Ernest Tubb)13
1965Blue Kentucky Girl14
1965Hymns10
1966I Like 'Em Country2
1966You Ain't Woman Enough1140
1966Country Christmas103
1967Don't Come Home A-Drinkin' (við Lovin' On Your Mind)180
1967Singin' Again (duet fløgu við Ernest Tubb)2
1967Singin' With Feelin'3
1968Who Says God Is Dead44
1968Fist City1
1968Greatest Hits6
1969Your Squaw Is On The Warpath2168
1969Woman Of The World/To Make A Man2148
1969If We Put Our Heads Together (duet fløgu við Ernest Tubb)19
1970Wings Upon Your Horns5146
1970Loretta Lynn Writes 'Em And Sings 'Em8
1970Coal Miner's Daughter481
1970We Only Make Believe (duet fløgu við Conway Twitty)378
1970I Wanna Be Free5110
1971You're Lookin' At Country7
1972Lead Me On (duet fløgu við Conway Twitty)2106
1972One's On The Way3109
1972God Bless America Again7
1972Here I Am Again4
1973Entertainer Of The Year1
1973Story (duet fløgu við Ernest Tubb)43
1973Louisiana Woman, Mississippi Man (duet fløgu við Conway Twitty)1153
1973Love Is The Foundation1183
1974Greatest Hits Volume 25
1974Country Partners (duet fløgu við Conway Twitty)1
1974They Don't Make 'Em Like My Daddy6
1975Back To The Country2182
1975Feelin's (duet fløgu við Conway Twitty)1
1975Home7
1976When The Tingle Becomes A Chill6
1976United Talent (duet fløgu við Conway Twitty)1
1976Somebody Somewhere1
1977I Remember Patsy2
1977Dynamic Duo (duet fløgu við Conway Twitty)3
1978Out Of My Head And Back In My Bed16
1978Honky Tonk Heroes (duet fløgu við Conway Twitty)8
1979We've Come A Long Way Baby19
1979The Very Best Of Conway Twitty And Loretta Lynn (við Conway Twitty)19
1979Diamond Duet (duet fløgu við Conway Twitty)22
1980Loretta24
1980Lookin' Good17
1981Two's A Party (duet fløgu við Conway Twitty)28
1981I Lie33
1982Making Love From Memory
1983Lyin', Cheatin', Woman Chasin'60
1985Just A Woman63
1988Who Was That Stranger63
1988Making Believe (duet fløgu við Conway Twitty)62
1993Honky Tonk Angels (við Dolly Parton og Tammy Wynette)642
2000Still Country37
2004Van Lear Rose224
2016Full Circle419
2016White Christmas Blue3526
2018Wouldn't It Be Great878
2021Still Woman Enough983

Keldur

  1. http://www.pbs.org/wnet/americanmasters/loretta-lynn-about-loretta-lynn-still-a-mountain-girl/6240/
  2. "The marriage certificate shows that Lynn instead married just shy of her 16th birthday, which was not unusual in Kentucky at that time. Her husband was 21." "Loretta Lynn Married at 15, Not 13; 80-Years-Old Not 77" Archived 2019-05-05 at the Wayback Machine, wsaz.com, May 18, 2012
  3. http://www.imdb.com/name/nm0528750/bio
  4. http://en.wikipedia.org/wiki/Loretta_Lynn_discography

Útvortis ávísing

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.