Leicester

Leicester er ein býur í Onglandi, eystan fyri Birmingham og sunnan fyri Nottingham. Áin Soar rennur ígjøgnum býin. Í Leicester búðu í 2021 fleiri enn 368 túsund fólk.[1] Býurin liggur í greivadøminum Leicestershire, sum er partur av East Midlands økinum. Høvuðssætið hjá greivadøminum er í Leicester.

Miðbýurin í Leicester við klokkutorninum.
Leicester um 1910.
Niklasarkirkjan frá 9. øld.

Elsta kirkjan í býnum er Niklasarkirkjan frá 9. øld.

Kend fólk

  • Jon Lord (*1941), tónleikari (Deep Purple)
  • Gary Lineker (*1960), fyrrverandi fótbóltsleikari

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Keldur

Hendan greinin um Ongland er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.