Lansing
Lansing er høvuðsstaður í stakríkinum Michigan í USA. Í 2010 var fólkatalið í býnum 114.297, tað ger býin til sættstørsta býin í Michigan. Um forstaðir vera taldir við er fólkatalið í Lansing stórbýarøki 464.036. Í tí kombineraða hagtalsøkinum hjá Michigan (Combined Statistical Area), har Shiawassee County verður talt við, var fólkatalið 534.684 í 2010. Lansing er tann einasti býurin av teimum 47 høvuðsstaðunum sum liggja í landslutum (counties), ið ikki hevur sæti hjá county-umsitingini.
Lansing, Michigan | |
---|---|
Kort | |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Lutstatur: | Michigan |
Grundlagdur: | 1835 |
Vídd: | 103 km² |
Íbúgvar (2019): | 118 210[1] |
fyri km²: | 1 110 /km² |
Heimasíða: | City Of Lansing |
Søga
Býurin varð grundlagdur í 1835. Bara 12 ár seinni, í 1847, gjørdist Lansing høvuðsstaður í stakríkinum.
Núverandi borgarstjórin eitur Andy Schor (D). Hann tók við sum borgarstjóri í 2018.
Myndir
- Ráðhúsið (Lansing City Hall)
- Tinghúsið (Michigan State Capitol)
- Tinghúsið
- "Michigan Hall of Justice" er heitið hjá bygninginum, har hægstirætturin í statinum (Michigan's Supreme Court) heldur til.
- "BojiTower" er hægsti bygningur í býnum
- "Lansing River Trail Bridge" er heitið hjá brúnni um Grand River-ánna
Kend fólk
- Burt Reynolds, sjónleikari (1936–2018)
- Steven Seagal, sjónleikari (* 1952)
- Gretchen Whitmer, politikari og sitandi guvernørur í Michigan (* 1971)
Ávísingar úteftir
- Almenna Heimasíðan: City Of Lansing, lansingmi.gov
- heimasíða, lansing.org
- Lansing, wikivoyage (á enskum)
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.