Landskjaldbøkur

Landskjaldbøkur (frøðiheiti - Testudinidae) er í 25 ymiskum skjaldbøkusløgum. Trý sløg eru í Suðurevropa: grikska landsskjaldbøkan, mauriska landsskjaldbøkan og breiðrandaða skjaldbøkan. Tær líkjast allar: skjøldurin á vaksnu skjaldbøkuni er 20-30 cm langur og vigar um eitt kg. Mauriska skjaldbøkan er tann vanligasta. Eins og rára „grikska systir" hennara er hon í Grikkalandi og londum kring Miðjarðarhavið. Breiðrandaða skjaldbøkan er í Suðurgrikkalandi.

Landskjaldbøkur

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Reptilia
Hópur: {{{hópur}}}
Familja: Testudinidae

Í nógv ár hava landsskjaldbøkur verið kelidýr. Fyri fáum árum síðan vóru villskjaldbøkur í túsundatali savnaðar saman og seldar um allan heimin. Men tær flestu doyðu, tí tær fingu ikki røttu røktina. Til dømis hevur hitin alstóran týdning fyri sodningina og klekingina, og hitin í Suðurevropa er best hóskandi. Í Norðurevropa eru royndir gjørdar at klekja egg í klekitólum, men tær eydnast sjáldan væl. Villskjaldbøkuhandilin minkaði nógv um skjaldbøkustovnin, og eitt skjaldbøkuslag var um at doyggja út. Men í l977 fór ein millumtjóða djóraverndarfelagsskapur til verka og fekk í lag at leggja forboð at flyta inn landsskjaldbøkur. Undantaksloyvi verður bert givið undir strongum eftirliti. Vónandi fer villskjaldbøkustovnurin at økjast. Tíverri verða nógvar villskjaldbøkur týndar sum skaðadýr, tí tær oyðileggja grøði í urtagørðum og vakstrarhúsum. Aðrar doyggja av eitraðum plantum og í ferðsluni, sum alsamt økist.

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.