Løgtingsvalið 1906
Løgtingsvalið í Føroyum í 1906 varð hildið hin 18. juli 1906. Politisku flokkarnir vóru ikki stovnaðir tá, so talan var um at velja persónar, ikki flokkar, men Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vóru stovnaðir seinni hetta árið. Eftir at hesir báðir flokkarnir vóru stovnaðir, valdur allir løgtingslimirnir at gerast limur í øðrum av hesum báðum flokkunum, soleiðis at man fekk eina skipan við tveimum flokkum. Flokkarnir vóru ósamdir um tilknýtið til Danmark.
Løgtingið hevði 20 løgtingslimir í 1906.
Úrslit
Flokkur | Atkvøður | Prosent | Løgtingslimir |
---|---|---|---|
Sambandsflokkurin | 961 | 62,4 | 12 |
Sjálvstýrisflokkurin | 579 | 37,6 | 8 |
Totalt | 1 540 | 100,0 | 20 |
Slóðir
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.