Líkning

Ein líkning er tvær framsagnir við javnatekni ímillum. Tað at loysa líkningar snýr seg um “at fáa x at standa einsamalt.” Líkningareglurnar tryggja, um tær verða hildnar, at javnvág framvegis er í líkningini, t.e. at javnateknið framvegis er í gildi, at báðar tær opnu útsagnirnar hava somu loysnamongd. Við tað at líkningar eru opnar útsagnir, hava tær grundmongd. Er í einari líkning, verður hon nevnd líkning á øðrum stigi. Líkningar á øðrum stigi kunnu setast upp á henda hátt: og tá siga vit, at tær eru skipaðar. Vit vita, hvørjir óbrigdlarnir , og eru, tá ið vit skulu loysa líkningina. Áðrenn vit kunnu loysa líkning á øðrum stigi, mugu vit skipa og umstytta hana er hon tað ikki frammanundan. Á sama hátt verður forskriftin hjá funktión á øðrum stigi skrivað sum liðastødd á øðrum stigi, sum verður sett javnt við y: . Er y-virðið javnt við null, er forskriftin líkning á øðrum stigi. Vit nevna loysnirnar hjá líkning á øðrum stigi røtur.



Ein ólíkning er tvær framsagnir við ójavnatekni ímillum. Ólíkningar kunnu verða loystar sum líkningar, men býta ella falda vit við negativum tali, venda vit eisini ójavnatekninum. Loysnamongdin hjá einari ólíkning er øll tey tøl, sum gera ólíkningina sanna. Tá ið vit loysa ólíkningar, mugu vit eisini gera tað sama báðumegin ójavnateknið.



Vit brúka fýra líkningareglur at loysa líkningar við:


  1. Vit kunnu leggja sama tal aftur at báðumegin javnateknið.

  2. Vit kunnu draga sama tal frá báðumegin javnateknið.

  3. Vit kunnu falda við sama tali báðumegin javnateknið.

  4. Vit kunnu býta við sama tali báðumegin javnateknið, tó ikki við null.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.