Kurt Westergaard
Kurt Westergaard (føddur 13. juli 1935 í Døstrup í Suðurjyllandi, deyður 14. juli 2021 í Keypmannahavn) var danskur teknari.[1]

Kurt Westergaard í 2015
Frá 1983 til 2010 var hann keiputeknari fyri danska blaðið Jyllands-Posten. Hann bleiv víðagitin, tá hann í 2005 teknaði islamska profetin Muhammed í Jyllands-Posten.[2] Tekningarnar førdu til Muhammedkreppuna, sum er ein av teimum álvarsligastu uttanríkispolitisku kreppum, sum Danmark hevur verið í.[3]
Ávísingar úteftir
- Kurt Westergaard deyður 86 ára gamal, in.fo, 18. juli.2021
- Muhammedtekningarnar 15 ár, kvf.fo
Keldur
- Muhammedtegneren Kurt Westergaard er død, berlingske.dk, 18. juli 2021
- Muhamedteknarin deyður, kvf.fo, 19.07.2021
- Kurt Westergaard deyður 86 ára gamal, in.fo, 18. juli.2021
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.