Kunoyar kirkja

Kunoyar kirkja er ein kirkja á Kunoy. Hon varð vígd tann 1. desember 1867.

Kunoyar kirkja

Sambært pappírslepa, sum framvegis er til skjals í lesipultinum, verður byrjað at byggja nýggju kirkjuna hin 20. mai 1867, og longu tann 17. oktober sama ár er nýggja kirkjan liðug sambært hesum sama lepa. Viðurin skal vera tilgjørdur niðri á hellu og einki sprek skal hava verið minni enn hálvanannan tumma, sum kom til kirkjuna. Allir teir, sum smíðaðu nýggu kirkjuna, vóru kunoyingar.

Ein annar pappírslepi undir altarinum sigur millum annað frá, at Símun har suðuri í Haraldssundi, var formaður fyri byggingini. Hann gjørdi eisini prædikustólin, karmarnar og vindeyguni. Hann hevði eisini verið formaður fyri byggingini av Klaksvíkar kirkju, sum var bygd um somu tíð.

Kirkjan átti hvørki altartalvu ella ljósakrúnu, tá ið hon var bygd í 1867. Kunoyingar, ið vóru á floti, løgdu tí tosk burturav til endamálið og fingu Faktor Djurhuus inni í Klaksvík at útvega kirkjuni altartalvu og ljósakrúnu.

1. sunnudag í advent, hin 1. desember 1867 var kirkjan vígd av sóknarprestinum Ernst Bugislaus Wesenberg.

Sambært Kirkesyn på Færøerne 1834-1884 var kirkjusýn hin 14. juli 1868, har tað stendur, at Kirken er i 1867 opbygget af Nyt, 22 Alen lang 11 Alen bred; den har Skifertag med Hvælvning i Loftet, indvendig og udvendig malet, af et tækkeligt Udseende og meget rummelig.

Hin 13. apríl 1992 samtykti Føroya Landsstýri, at kirkjan og kirkjugarðurin í Kunoy verða friðað sum fornminni, men tó kunnu nýtast til síni endamál.[1]

Keldur

  1. www.folkakirkjan.fo
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.