Krossmerki
Norðurlendsk krossfløgg, norðurlendska krossmerkið, skandinaviski krossurin er flaggsnið, sum vanliga verður samborðið við fløgg norðurlanda, haðani upprunin eisini stavar. Norðurlond flest hava flagg av slíkum sniði, tó undantikin eru Grønland og Sámaland. Krossurin umboðar kristindóm, og er hann avmyndaður á grikskan hátt. Fyrsta flagg við hesum sniði er hitt danska, Danabrók; síðani, Svitjóð, Noreg, Finnland, Ísland, og síðani Føroyar og Áland. Noregs flagg var hitt fyrsta trílitta norðurlendska krossmerkið. Hóast øll nevndu fløggini bera sama upprunasnið, hava tey øll serstaka søgu og serstakt myndamál.
Nøkur av fløggunum í hesum lista hava ikki vunnið almenna viðurkenning. Leggið eisini til merkis, at lutføll, snið og støddir vísa frábrigdi, eisini hóast flaggið er hitt sama bert til annað endamál.
Forboð
Fløgg við kristnum súmbolum, s.s. krossinum, kunna enda við at vera forbjóða. Avleiðingin av, at Evropeiski Mannarættardómstólurin í 2009 forbjóðaði kristnum súmbolum í skúlastovum, kann vera, at norðurlendsku fløggini enda fyri Mannarættardómstólinum.
Hetta halda 37 ymiskir professarar í løgfrøði, sum hava skrivað álit til kærurættin í Haag. Teir halda, at forboðið móti kristnu súmbolunum kann raka norðurlendsku tjóðarfløggini. Tí ein avleiðing av dóminum um at forbjóða religiøsum súmbolum í skúlastovum má vera, at øll religiøs súmbol í almenna rúminum skulu útruddast.
Hetta kann raka 17 ymisk evropeisk fløgg, harundir tey norðurlendsku krossfløggini.
Tjóðarfløgg norðurlanda
Onnur norðurlendsk fløgg krossmerkinum
Nøkur av fløggunum eru søgulig ella hava ikki vunnið almenna viðurkenning, sostatt er talan um avmarkaða nýtslu.
Danmark
Finnland
Ísland
Svøríki
Sjóvarmerkið hjá Svøríki Almenna (alternativa) flaggið hjá Skåne í Suðursvøríki Óalment flagg hjá Småland - Flaggið hjá Gotlandi
Óalment flagg hjá Eysturgötland Óalment flagg hjá Vestursvøríki[2] - Flaggið hjá Hälsingland.
- Óalment flagg hjá Härjedalen.
- Alternativt flagg hjá Härjedalen.
- Óalmenna flaggið hjá svøríkis-finnum.
Norðurlendsk krossmerkið hjá Týsklandi
Norðurlendsk fløgg í Týsklandi vóru søguliga nýtt fyri at vísa til norðurlendskan uppruna. Norðurlendsku fløggsniðini hjá Týsklandi vóru lík teimum hjá Danmark, Svøríki, og Noregi. Tjóðarfløgg vóru í uppskoti til Týsklands tjóðarflagg bæði í 1919 og 1948, eftir fyrra og seinna heimsbardaga. Í dag er norðurlendski krossurin á summum býar og økisfløggum.
Fyrrverandi Keisarligt kríggflagg hjá Týska Ríkinum (1871-1919) Fyrrverandi kríggsflagg hjá Nazi Týsklandi (1935-1945), sum nú er bannað í Týsklandi Flaggið hjá fyrrverandi Saar protektorat (Saarland), Týskland, (1947–56) Uppskot til tjóðarflagg fyri Týskland í 1919. Uppskot til tjóðarflagg fyri Vesturtýskland í 1948.
Fløgg frá øðrum londum, sum vísa Norðurlendska krossin ella líknandi snið
Flaggið hjá Aldtsjerk, Niðurlond Óalmenna flaggið hjá Yorkshire Flaggið hjá Hetlandi Flaggið hjá Orkney Óalmenna flaggið hjá Barra, Ytru Hebridurnar (Barra er syðsta oyggin, har fólk búgva) Flaggið hjá Baltiska Hertúgadøminum, sum vardi í heilt stutta tíð Flaggið hjá Bayamón, Puerto Riko Flaggið hjá Calais, Frakland Flaggið hjá Mizoram, India Uppskot til nýtt flagg hjá Estlandi Uppskot til nýtt flagg hjá Litavai Flaggið hjá Pärnu, Esland Unofficial Flaggið hjá Ingria, Russland Flaggið hjá Little Rock, Arkansas, USA Óalmenna flaggið hjá Normandínum, Frakland Flaggið hjá Stavropol Krai, Russland Sjóvarflaggið hjá Tonga Flaggið hjá Vepsia, Russland Flaggið hjá Volyn, Ukreina Tað sonevnda "Vínland flaggið" Óalmenna flaggið hjá Votia, Russia Fyrrverandi flagg hjá Eystur-Karelia, Russland
Norðurlendsk fløgg uttan norðurlendska krossin
Keldur
- "Kunstavisen". http://www.netgallery.dk/kunstavisen/artikler/artikel_2001_09_1.asp. Heintað 2007-07-16.
- "Archive copy". http://www.handelskammaren.net/item.aspx?id=411. Heintað 2007-07-16.