Kristel Lisberg
Kristel Lisberg (fødd í 1989 í Tórshavn, vaks upp á Tvøroyri) er ein føroysk songkvinna og optometrist/optikari. Seinastu árini hevur hon búð í Danmark, har hon gjørdist eitt kent navn, tá ið hon luttók í donsku X Factor-sangtalentkappingini í 2012.[1][2] Í 2014 útgav hon staklagið "Without You", og í 2015 útgav hon staklagið "September".[3] Hon fer at luttaka í Dansk Melodi Grand Prix 2016, ið er danska kappingin, har ið umboð Danmarkar skal finnast til Eurovision Song Contest. Kristel luttekur við sanginum "Who Needs a Heart?".[4] Í januar 2016, tá ið tað gjørdist alment, at Kristel skuldi syngja við í Dansk Melodi Grand Prix, tosaði Kringvarp Føroya við hana, og tá segði hon, at hon læs til optikara og at hon skuldi lata inn BA-verkætlanina tvær vikur seinni. 27. januar 2016 varð hon liðug við útbúgvingina.
Kristel Lisberg | |
---|---|
Fødd/ur |
1989 (age 34–35) Tórshavn, Føroyar |
Sjangrur | Popp |
Kristel er dóttir sangaran og tónleikaran av Tvøroyri, Jens Lisberg, og hevur sungið og framført saman við honum í fleiri ár frá hon var 12-ára gomul. Sum vaksin syngur Kristel tó meir popptónleik, meðan pápin syngur country-tónleik.
Tónleikaútgávur
Virðislønir og tilnevningar
- 2015 - Tilnevnd Faroese Music Awards í bólkinum Ársins songkvinna
- 2012 - Tilnevnd Planet Awards í bólkinum Ársins nýggja tónleikanavn
Keldur
- http://www.billedbladet.dk/kendte/danmark/x-factor-kristel-sang-sig-ud-af-sorgen
- Kristel til audition til X Factor Danmark í 2012
- https://play.spotify.com/artist/2Lki7GIEDaL4ewkWqmVeje
- http://www.eurovision.tv/page/news?id=10_acts_hoping_to_represent_denmark_in_2016
- September á YouTube
- Lindenskov, Eirikur (4 August 2014). "Kristel Lisberg við nýggjum staklag" (in Faroese). in.fo. http://www.in.fo/news-detail/news/kristel-lisberg-vid-nyggjum-staklag/. Heintað 16 January 2016.
- "Kristel í X Factor" (in Faroese). Vikublaðið (Miðlahúsið (paper) - Calameo (web)): s. 2. 21 December 2011. http://en.calameo.com/read/0008840705044c2a7cdaa. Heintað 16 January 2016.