Konservatisma
Konservatisma (ella afturhaldssinnaður) er ein politisk hugsjón ella samfelagsfatan ið vil varðveita samfelagsskipanina sum er. Hugsanin um at tað verandi er nóg gott og at broytingar eru óneyðugar. Allar broytingar skulu koma so líðandi. Vit seta ofta konservatismu saman við tjóðskaparligan siðaarv og sterka landsverju. Konservatisman kom at viga upp ímóti frælsishugsjónunum í fronsku kollveltingini. Konservatisma leggur dent á varðveitslu av samfelagsskipanini og siðbundnum virðum. Konservatisma er í stóran mun grundað á liberalismu.
![](../I/McCainPalin1.jpg.webp)
Politiskir flokkar
- Føroyar: Hin føroyski fólkaflokkurin
- Danmark: Konservativi Fólkaflokkurin
- Noreg: Høgri
- Svøríki: Moderaterna
- USA: Republikanski Flokkurin
- Kanada: Konservativi flokkurin
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.