Komoroyggjar
Komoroyggjar (arabiskt: جزر القمر) er eitt lítið oyggjaland í Eysturafrika. Oyggjarnar liggja í Indiska havinum í Mosambikk-sundinum millum Mosambikk og norðara endan av oynni Madagaskar. Landið hevur umleið 850 886 íbúgvar (2019). Landið tók loysing frá Fraklandi og gjørdist sjálvstøðug tjóð 6. juli 1975. Oyggin Mayotte var tá eisini ein partur av Komoroyggjunum, men árið eftir valdi fólkið á Mayotte at gerast partur av Fraklandi aftur.
| |||
Tjóðarslagorð: "Unité – Solidarité – Développement" | |||
Tjóðsangur: Udzima wa ya Masiwa | |||
Alment mál | Shikomori, franskt og arabiskt | ||
Høvuðsstaður | Moroni | ||
Forseti | Azali Assoumani | ||
Forsætisráðharri | Moustadroine Abdou | ||
Fullveldi | 6. juli 1975 (frá Fraklandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2.235 km² | ||
Íbúgvar - tilsamans 2019 - tættleiki |
850.886 457/km² | ||
Gjaldoyra | Franc (KMF) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .km | ||
Telefonkota | +269 | ||
Politikkur og fyrisiting
Fyrisitingarligt býti
Komorurnar eru uppbýttar í tríggjar sóknir, ið eisini eru tríggjar oyggjar: Grande Comore (Njazidja), Anjouan (Nzwani) og Mohéli (Mwali). Tað eru harumframt eisini fýra kommunur: Domoni, Fomboni, Moroni og Moutsamoudou.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.