Kingston

Kingston, høvuðsstaðurin og týdningarmesti havnabýurin í Jamaika, er ein av størstu býum í Karibia. Bretar grundaðu býin (1693), sum vaks skjótt og gjørdist týðandi útflutningshavn, og haðan var nógv sukur flutt til Evropa. Í 1907 fór býurin illa í jarðskjálvta. Hann varð bygdur upp aftur, og har eru nú nýmótans gistingarhús, bankar og handilshús. Í vestara parti í býnum eru ovfólkaðir fátækrabýlingar. Har er nógvur harðskapur, og javnan er politiskur ófriður ella stríð ímillum drøgghandlarar.

Land: Jamaika
Grundað:1693
Borgmeistari:Delroy Williams
Vídd:453 km²
Íbúgvar (2001):651 880
fyri km²:1,439/km²
Mál:Enskt
Tíðarzona:UTC -5

Sí eisini

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.