Kiel
Kiel er havnarbýur í Norðurtýsklandi. Hann liggur báðumegin Kielarfjørðin við Eystrasaltið.
![](../I/KielerStadtzentrumLuftaufnahme.jpg.webp)
Kiel
Býurin er høvuðsstaðurin og størsti býur í týska stakríkinum Schleswig-Holstein. Hann er týdningarmesta herflotahavnin í Týsklandi.
Í 2018 búðu í Kiel uml. 247.500 fólk.
Kiel er universitetsbýur. "Christian-Albrechts-Universität" varð sett á stovn í 1665 og var um hetta mundið norðasta universitetið í tí Heilaga rómverska ríkinum.
Søga
Kiel varð grundlagdur í 13. øld. Upprunaliga navnið á miðlágtýskum var Holstenstadt tom Kyle
- Í 1242 fekk Kiel býarrættindi.
- Í 1283 gjørdist býurin limur í Hansa-samgonguni.
- Í 1518 varð býurin útihýstur frá samgonguni.
- Í 1665 varð lærdi háskúlin settur á stovn.
- Í 1773 gjørdist Kiel danskur býur.
- Í 1813 hersetti Svøríki býin.
- Í 1864 hersettu Eysturríki og Prussland býin.
- Í 1866 verður Schleswig-Holstein landslut í Prusslandi og Kiel gerst høvuðsstaðurin.
- Í 1946 gerst Schleswig-Holstein stakríki við Kiel sum høvuðsstaður
Myndir
- Kiel
- Býurin úr erva
- Ráðhúsið í Kiel
- Listasavn "Kieler Kunsthalle"
- Bókasavnið hjá universitetinum
- Flaggið
- Skjøldurin
Sí eisini
Ávísingar úteftir
- Almenna heimasíða, kiel.de
- Kiel, wikivoyage.org (á týskum)
- Kiel, wikivoyage.org (á enskum)
Keldur
- Helgoland og Norðurhavsoyggjar, fsj.fo
- Ljónið út, veðrurin inn, Norðlýsid Nr. 18 - 28. mai 2014, bls. 8
- Kielfreden, kongehuset.no
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.